Spirin varð sáddur fyri 19 árum síðani og nú kemur bókin út. Tað sigur Rakel Helmsdal, rithøvundur, sum nú um dagarnar givið nýggja ungdómsbók út. Talan er um bókina, Hon sum róði eftir ælaboganum sigur Bókadeildin hjá Føroya Lærarafelagm sum gevur hana út.
Høvuðspersónur er gentan Argantael. Argantael er dugnalig og vøkur, og í skúlanum er hon ein fyrimynd, tí hon hevur alt tað nýggjasta nýggja.
At síggja til hevur hon alt, ein ungdómur kann hugsast at ynskja sær, men so er ikki. Tað, Argantael helst vil hava eru foreldur, sum brýggja seg um hana.
- Sum lesari fært tú innlit í lívið hjá Argantael saman við einum kensluliga avmarkaðum pápa og sálarsjúkari mammu, sum ikki megna at seta barnið í miðdepulin.
Kenslusami tannáringurin fær í so nógv at vevja seg úr, tá ið hon hittir papp-systkini, Dagan og Morganu, stutt eftir at ein vanlukka hevur rakt heim hennara. Argantael ger av at sjólátast.
Bókin er ikki endurminningar hjá Rakel, men samstundis er hon eisini ein brotpartur av veruleikanum.
- Tað snýr seg mest um at duga at leggja ting saman og trekkja onnur frá. Eitt slag av øðrvísi høvuðrokning. Tí er alt møguligt í søguni veruligt og kortini als onki, siga útgevararnir.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Rakel Helmsdal greiða frá um bókina og upprunan til hana.
|










