Endamálið við vápnahvíldini er fyrst og fremst at veita teimum ringast støddu í Gaza neyðuga hjálp. Í nátt var annars ikki nógv, sum bendi á vápnahvíld, og minst 23 palestinar doyðu í ísraelskum álopum.
Tað er heldur ikki lætt at ferðast í Gaza-geiranum. Hamas hevur ávarað fólk ímóti at fara inn í bumbaðar bygningar, tí vandi kann vera fyri, at spreingiløðingar liggja í toftunum.
Vápnahvíldin fer at gera tað møguligt hjá sjúkrahúsunum at fáa fatur á ymiskari útgerð, sum stórur tørvur er á. Samstundis fara hjálparfelagsskapir og palestinskir myndugleikar sat royna at útvega fólki mat og vatn.
Síðani Ísrael fór undir tað hernaðarliga átakið í Gaza tann 8. juli, hava 888 palestinar og 39 ísraelsmenn latið lív.
Ein amerikonsk roynd at fáa vápnahvíld í eina viku miseydnaðist í gjárkvøldið.