Vápnahjálp útsetir bara pínuna

- Vesturlendska vápnahjálpin heldur ukrainarum aftur í at hitta Russland til friðarsamráðingar, soleiðis at kríggið kann fáa ein enda, sigur serfrøðingur.

Ein danskur vápnaserfrøðingur, Jacob Skaarenborg, finst nú at vápnaflutninginum úr vesturheiminum til Ukraina og sigur, at hesin flutningur heldur londunum aftur at sessast við samráðingarborðið, soleiðis at kríggið kann fáa ein enda. Hann heldur eisini, at vápnini bara føra til enn fleiri deyðsføll og størri oyðileggingar.

 

- Russland hevur ongantíð dugað væl í innleiðandi støðuni í einum kríggi, men teir eru meistarar í at møða mótstøðuna, og tað er júst hetta, sum er í ferð við at henda í Ukraina, har russiski herurin fer at koma sterkt aftur, sigur Jacob Skaarenborg við Verdens Gang. 

 

Hann er søgufrøðingur og landafrøðingur og hevur verið í starvi í fregnartænastuni hjá donsku verjuni í 26 ár. Jacob Skaarenborg sigur, at Ukraina tørvar vápn, og hesi fær landið úr vesturheiminum. Men, trupulleikin er, at vápnini mugu sendast til hermótini.

 

- Teinurin hagar er ikki bara velduga stórur, men russiski herurin roynir eisini at oyðileggja flutningsleiðirnar, sigur hann. 

 

Serfrøðingurin heldur, at vápnahjálpin heldur ukrainarum aftur í at hitta Russland til friðarsamráðingar, soleiðis at kríggið kann fáa ein enda. 

 

- Vápna-og peningastuðulin eins og vitjanir av vesturlendskum politikarum í Kyiv leggur bara trýst á ukrainar at halda fram við krígnum, tí hvussu kunnu ukrainar gevast á hendur, tá landið fær næstan alt, sum biðið verður um, spyr hann. 

 

Jacob Skaarenborg heldur, at Russland fer at vinna kríggið - skilt á tann hátt, at Russland fer at veksa um sítt landaøki í eystara parti av Ukraina, men vápnaserfrøðingurin væntar ikki, at Russland fer at taka alt landið.

 

- Eg havi trupult við at trúgva, at Ukraina kann leypa á russisku herdeildirnar og trýsta tær úr aftur landinum, tí tá kunnu vit ímynda okkum, at Ukraina fer at missa nógv fólk.

 

Men, hvat hendir, um vesturheimurin gevst við at senda Ukraina vápn?

 

- Russland fer at vinna - antin vit senda vápn ella ei. Tey tungu vápnini, sum eitt nú stríðsvognar og rakettir, fara ikki at koma ukrainum í hendi nóg tíðliga fyri at gera avgerandi mun í krígnum, heldur hann.

 

##med2##

 

Serfrøðingurin vísir á, at ukrainskur flutningur í stóran mun byggir á jarnbreytarflutning, og ukrainska jarnbreytarskipanin er fyri tað mesta el-drivin. Men, tá eingin streymur er, er heldur eingin jarnbreyt, og er eingin jarnbreyt, eru heldur ongar veitingar.

 

- Tú kanst hava veitingar til herin við lastbilum, men talið av bilum, sum tørvur tá verður á, er velduga stórt, og allir koyra upp á diesel. Russar hava rakt jarnbreytarstøðir, orkustøðir, brýr og oljugoymslur, sigur hann.

 

Jacob Skaarenborg leggur dent á, at hann persónliga - og á ongan hátt - ynskir ein russiskan sigur í krígnum. Men, soleiðis, sum hann dugir at meta um støðuna, bendir mangt á, at tað næstan verður ómøguligt hjá Ukraina at vinna kríggið.

 

 

 

- Vápnahjálpin heldur ukrainarum aftur í at hitta Russland til friðarsamráðingar, sigur Jacob Skaarenborg.