Tíðliga um morgunin hin 21. desember varð ein chilenskur lastbilførari, sum varð í holt við at flyta laks úr syðra parti av Chili, rændur.
Óhugnaliga hendingin byrjaði á einum steðgiplássi nær býnum, Pichirropulli í Los Ríos-regiónini í suðuramerikanska landinum.
Meðan bilførarin lá og svav í bilinum, snýktu tveir ránsmenn seg um 05.30-tíðina inn á hann. Tá førarin vaknaði, sá hann, at annar maðurin stóð yvir honum við einum revolvara.
Lokalávísin Soy Puerto Montt skrivar, at lastbilførarin varð lagdur í hondjørn, bæði um armar og bein.
Við føraranum í bilinum, koyrdu ránsmenninir frystibilin til býin, Folilco, har lastin - sum var verd tað mesta av einari miljón - varð flutt yvir í ein annan ókendan bil.
Tá ránararnir høvdu rokkið sínum máli við at stjala laksin yvir í annan bil, lótu teir lastbilføraran koyra víðari við sínum tóma bili.
Tað er iLaks, sum endurgevur Soy Puerto Montt, ið skrivar, at løgreglan í økinum nú kannar málið, men sambært lokalu ávísini í Chili eru ránsmenninir framvegis leysir.