Ein 12 ára gamal drongur við einum spælirevolvara fekk um tveytíðina seinnapartin løgregluna í Keypmannahavn at rykkja út við servandum løgreglufólkum við maskinpistólum og aðrari serútgerð.
Orsøkin var, at onkur hevði boðað frá, at maður sat í einum bili við einum skotvápni.
Boðað var ikki frá um nakað skot varð latið av ella um aðra hóttandi atburð.
Vælmannað og alvápnað løgreglulið vóru skjót á staðnum á Sønder Boulevard eftir at hava fingið boðini.
Løgreglufólkini vóru vápnað við maskinpistólum, tá tey fóru at kanna »illgrunasomu viðurskiftini«.
»Maðurin« vísti seg at vera ein 12 ára gamal drongur, sum hevði verið ein biltúr við mammu síni, tá onkur sá hann sita í bilinum við skotvápninum.
/ritzau/Finn Frandsen.