Stríðið i føroysku fólkakirkjuni hevur elvt til orðaskifti á fleiri mótum. Tíverri má ásannast, at orðaskiftið er ósakligt í mongum førum. Tað ber dám av fanatismu. Einkarrætti at tulka Bíbliuna og fordómar spøkja allastaðni.
Harafturat hevur orðaskiftið víst vantandi tolsemi og vantandi demokratiskum rætti at hava aðra hugsan enn hana, sum minnir nógv um ta fundamentalismu, sum fór um ein part av heiminum í áttatiárunum.
Men eitt tað mest óhugaliga í orðaskiftinum var at finna í Dagblaðnum, har lærlingurin hevur tikið væl við læru frá »meistaranum«, og tí skrivingarlag, hann borðreiddi fyri føroyingum frá miðskeiðis í sjeytiárunum, til Dagblaðið fór á heysin í nítiárunum.
Orðini, sum hava fingið mong hampafólk at ógvast við, vóru at finna á síðu 2 - við síðuna av oddagreinini. Har megnar Leo Poulsen at avdúka eina óhugnaliga muru og hugsanarhátt, sum fleiri vilja skíra primitivan og mannafíggindaligan.
Í sunnudagsskúlanum lærdu vit, at øll eru skapt í Guds bílæti. Og Leo Poulsen ásannar, at »øll eru vit menniskju«. Men so leggur hann afturat: »men samkynd uppføra seg verri enn djór, tí er tað nakað, ið stríðir móti bíbliuni og náttúruni sum soleiðis, eru tað samkynd.«!!!
Aftur ein fudamentalistisk bíbliutulking. Eru tey samkyndu ikki Guds børn? Eru tey ikki skapt í Guðs bílæti? Var tað ikki vilji Guðs, at tey gjørdust samkynd og ikki »normal«, sum blaðmaður Dagblaðsins óivað skírir seg sjálvan og flest øll onnur.
Vit hava grundlógartryggjaðan rætt at hugsa og siga okkara hugsan á øllum økjum. Eisini Leo Poulsen. Men Dagblaðið hevur ein blaðstjóra, sum átti at duga skilt í millum, hvat og hvussu ein hugsan kann orðast og sigast.
Hetta orðavalið átti blaðstjórin, sum eisini er formaður Fólkafloksins, at havt umhugsað tvær ferðir, áðrenn hann tendraði grønu peruna á redaktiónini. Tað skerst ikki burt, at ein slík orðing er til lítlan sóma fyri Dagblaðið og føroyingar sum eina framkomna tjóð.
Orðingin og hugsanin er vanvirðislig og harafturat er yvirskriftin "Marjun Bæk vælsignar samkynt paralag« burtur við og hevur heldur einki við veruleikan at gera. Eitt dømi um vánaligan pressuetik.
Her skulu vit ikki døma um, um málburður hennara í Fimmaranum fer at fáa fólk at venda kirkjuni bakið. Afturímóti kann ásannast, at teir fýra víðgongdu prestarnir hava fingið mong vanlig kirkjufólk at ógvast og skammast.
Besta dømið eru allar undirskriftirnar í Klaksvík og tann sannroynd, at í Klaksvík eru prestar um »at prædika kirkjuna tóma«, sum sagt er fleiri ferðir.Stríðið i føroysku fólkakirkjuni hevur elvt til orðaskifti á fleiri mótum. Tíverri má ásannast, at orðaskiftið er ósakligt í mongum førum. Tað ber dám av fanatismu. Einkarrætti at tulka Bíbliuna og fordómar spøkja allastaðni.
Harafturat hevur orðaskiftið víst vantandi tolsemi og vantandi demokratiskum rætti at hava aðra hugsan enn hana, sum minnir nógv um ta fundamentalismu, sum fór um ein part av heiminum í áttatiárunum.
Men eitt tað mest óhugaliga í orðaskiftinum var at finna í Dagblaðnum, har lærlingurin hevur tikið væl við læru frá »meistaranum«, og tí skrivingarlag, hann borðreiddi fyri føroyingum frá miðskeiðis í sjeytiárunum, til Dagblaðið fór á heysin í nítiárunum.
Orðini, sum hava fingið mong hampafólk at ógvast við, vóru at finna á síðu 2 - við síðuna av oddagreinini. Har megnar Leo Poulsen at avdúka eina óhugnaliga muru og hugsanarhátt, sum fleiri vilja skíra primitivan og mannafíggindaligan.
Í sunnudagsskúlanum lærdu vit, at øll eru skapt í Guds bílæti. Og Leo Poulsen ásannar, at »øll eru vit menniskju«. Men so leggur hann afturat: »men samkynd uppføra seg verri enn djór, tí er tað nakað, ið stríðir móti bíbliuni og náttúruni sum soleiðis, eru tað samkynd.«!!!
Aftur ein fudamentalistisk bíbliutulking. Eru tey samkyndu ikki Guds børn? Eru tey ikki skapt í Guðs bílæti? Var tað ikki vilji Guðs, at tey gjørdust samkynd og ikki »normal«, sum blaðmaður Dagblaðsins óivað skírir seg sjálvan og flest øll onnur.
Vit hava grundlógartryggjaðan rætt at hugsa og siga okkara hugsan á øllum økjum. Eisini Leo Poulsen. Men Dagblaðið hevur ein blaðstjóra, sum átti at duga skilt í millum, hvat og hvussu ein hugsan kann orðast og sigast.
Hetta orðavalið átti blaðstjórin, sum eisini er formaður Fólkafloksins, at havt umhugsað tvær ferðir, áðrenn hann tendraði grønu peruna á redaktiónini. Tað skerst ikki burt, at ein slík orðing er til lítlan sóma fyri Dagblaðið og føroyingar sum eina framkomna tjóð.
Orðingin og hugsanin er vanvirðislig og harafturat er yvirskriftin "Marjun Bæk vælsignar samkynt paralag« burtur við og hevur heldur einki við veruleikan at gera. Eitt dømi um vánaligan pressuetik.
Her skulu vit ikki døma um, um málburður hennara í Fimmaranum fer at fáa fólk at venda kirkjuni bakið. Afturímóti kann ásannast, at teir fýra víðgongdu prestarnir hava fingið mong vanlig kirkjufólk at ógvast og skammast.
Besta dømið eru allar undirskriftirnar í Klaksvík og tann sannroynd, at í Klaksvík eru prestar um »at prædika kirkjuna tóma«, sum sagt er fleiri ferðir.