Svenning av Lofti
Í samband við viðgerðina av lógaruppskotinum viðvíkjandi samkyndum, ið varð viðgjørt í løgtinginum fríggjadagin, var sárt at hoyra teir báðar uppskotsstillararnar, Finnur Helmsdal og Anitu á Fríðriksmørk sáa iva um trúvirði Bíbliunnar. Sagt varð t.d. at Bíblian mótsegði sær sjálvari í mangastaðni. Ja, mangt verður í neyðini nýtt tá ið grundgevingar tróta og ein sær tap í hendi eisini ómansligt leysakast sum hetta. álopið á trúvirði Bíbliunnar. Hetta avdúkar hvør veruligi andin er aftan fyri hetta uppskotið.
Hetta er fyrstu ferð eg nakrantíð havi hoyrt beinleiðis álop á Guds orð, Bíbliuna, á tingsins røðarapalli, ta bók, sum allarflestu føroyingar virða og æra og líta á í lívi og deyða.
Hetta álop á Bíbliuna kom av, at gudsóttandi og djarvir tingmenn peikaðu á at Bíblian greitt talaði ímóti samkyndum samlívi, og at teir vildu virka fyri, at uppskotið ikki varð samtykt.
Tøkk til tykkum løgtingslimir, ið stríddust manniliga móti hesum uppskoti hendan fríggjadagin.
Haldið á í stríðnum!










