Vanvard skapanarverk

- Vandin fyri, at lutir, menniskju ella sjálvt øll okkara vistfrøðiliga skipan støkkur sundur, liggur allatíðina og lúrir. Hetta er eisini heilt ítøkiliga treytin, tú arbeiðir undir, tá tú arbeiðir við leirlutum, sigur leirlistakvinnan Guðrið Poulsen, sum hevur gjørt treytina fyri listaverkunum til teirra boðskap.
Framsýningin hjá Guðrið í Riberhúsi í Fuglafirðið er opin til 21.juli

Leirlistaframsýningin ?Vanvart? lat upp beint fyri Varmakeldu, og á ferniseringini hevði Guðrið fingið Maritu Nattestad og Jóruna Hansen at syngja og spæla ?Eitt dýpi av dýrari tíð? hjá Jens Paula Heinesen.
- Eg valdi hesa yrkingina, tí hon á ein hátt er ein ímynd av tí, eg vil fortelja við framsýningini, sigur Guðrið. Tað er sjálvandi altíð upp til hvønn einsteikan, hvønn týdning, tey leggja í míni verk. Men sálarlig skroypiligheit og styrki og tann vanvarda javnvágin har ímillum hava verið frammaliga í huganum hjá mær, meðan eg havi arbeitt við lutunum, sigur Guðrið.
Gjørd til hølið
Hendan leitanin eftir ella ímyndin av javnvág sæst aftur sum ein reyður tráður bæði í teimum einstøku listaverkunum, samanspælinum teirra millum og enntá millum verkini og hølini tey standa í.
- Framsýningin er gjørd til júst hesi hølini. Eg havi altíð verið óvuliga hugtikin av hølunum í Riberhúsi og serliga mátanum, ljósið streymar gjøgnum hetta rúmið millum vindeyguni, sum venda niðan móti bygdini og oman móti fjørðuni, sigur Guðrið. Tú hevur ikki somu møguleikar at spæla tær við ljósið í sjálvum leirlutinum, sum til dømis í einum málningi. Hinvegin hevur tú heilt aðrar møguleikar at lata ljósið spæla rundanum og ígjøgnum lutin, og teir møguleikarnir eru ein týðandi partur av framsýningini, sum samlað listaverk, sigur Guðrið.
Korthús ella skansi
Tað er týðiligt, at tað ikki er av tilvild, at listaverkini hjá Guðrið inni í Riberhúsi standa, har teir standa og í eini ávísari hædd. Hvørja ferð tú flytir teg, ella bukkar teg niður, fortelur verkið eina nýggja søgu. Hyggur tú til dømis eitt sindur á skák niður á lutin beint frammanfyri vindeyganum omaneftir, minnir hann kanska mest um ein skansa, sum onki kann órógva. Men bukkar tú teg niður, so ljósið sleppur ígjøgnum, verður skansin til eitt skinklut korthús, sum fer í fillur, bara tú andar á tað. Javnvágin er hárfín, og tú fært eina kitlandi kenslu av, at tað er tú, sum ger av, um hon støkkur sundur ella ikki.
Tonsatungt pu
Mitt á gólvinum stendur ein stórur, fílabeinshvítur lutur við heitinum ?Skroypilig konstruktión?. Her er afturvendandi javnvágin endurgivin í samanrenningini millum stóra, einfalda ytra skapið og fløkjuna av evarska smáum trægrum og prikkum, sum alt er sett saman av. Liturin og skapið fær meg at hugsa um eina beinagrind undir sjóneyku, har ein frumskógur av næstan gjøgnumskygdum trægrum snúgva seg út og inn ímillum hvønnannan. Verkið tykist sum eitt tonsatungt pu, um nakað slíkt er til.
?Skapanarverk?
Á veggunum hanga myndir úr leiri av smáum verum, sum minna meg um myndir í lívfrøðibókum. Myndirnar av æti kenni eg aftur, men hinar síggja út sum eitthvørt frá eini aðrari gongustjørnu.
- Hetta eru nanosteinrenningar, greiðir Guðrið frá. Eg visti, at olja kemur úr samanantrýstum steinrenningum, so eg spurdi tey á jarðfrøðissavninum, um tey ikki kundu senda mær onkrar myndir. Og knappliga stóð eg við einum heilum unduføgrum heimi av skapum og mynstrum í hondini, púra klárt at brúka.
- Æti og steinrenningar geva eina góða mynd av, hvussu skroypiligt alt skapanarverkið kann vera. Verður javnvágin órógvað, støkkur alt jú sundur, so eg helt tað vera upplagt at brúka vanvarda skapanarverkið í listini, sum jú aftur er eitt skapanarverk ? tó uttan at tær  nýtist at leggja nakað átrúnaðarligt í tað, sigur Guðrið, sum hevur ognað sínum forfedrum framsýningina ?Vanvart?.