Vanur við gummibein

Teir hava verið argaðir um gummibein í skjótt fleiri vikur. Týskvøldið vóru tó eingi sum helst tekin um hetta. Og kanska kundi tað verið koppað á, tí tað kravdi bleytar gummirørslur, tá Arnbjørn Hansen meistarliga tamdi, áðrenn hann smekkaði fyrsta av sínum trimum bóltum í kassan

Fótbóltur

 

Hvussu var og ikki, so helt Arnbjørn sjálvur, at tað gjørdi ikki tann stóra munin, um talan var um gummbein hesaferð.

- Nú hava vit havt tey so leingi. Líka síðani 2006, os eg haldi ikki, at vit merkja tað longur.

Tit hava nakrar rímiliga stórar møguleikar, sum verða brendir, áðrenn tit fáa hol á. Var hetta ein tungur dystur at koma ígjøgnum?

- Ja, eina løtu sá tað út til at vera eitt flashback frá 2006, har stengur og annað forðaði okkum í at skora. Men so gjørdist tað knappliga stongin og inn, og so gekk tað. Og sjálvt um teir javna alt fyri eitt, so trúðu vit alla tíðina uppá, at tað skuldi rigga í dag.

Sjálvur hevur tú ikki skorað so nógv í seinnu hálvu, sum tú gjørdi fyri summarsteðgin. Men tað ger kanska einki, tá tú skorar trý mál í dag?

- Tað haldi eg. Tá vit blíva meistarar í dag, og eg skjóti trý mál, so kann tað væl vera líkamikið, um eg ikki hava skorað fimm aðrar dystir á rað, sigur Arnbjørn Hansen.