Einaferð afturat mugu vit ásanna, at tað er líkt til, at danska stjórin drálar og dregur út ætlaðar samráðingar um yvirtøkur eftir tí nýggja sjálvstýrisleistinum hjá landsstýrinum.
Víst hevur landsstýrið fingið positiv svar frá donskum ráðharrum, sum siga seg sinnaðar at samráðast um ynski føroyinga at yvirtaka skúlamál og almannaforsorg. Men tað skuldi bara mangla, tí hetta eru mál á lista A í heimastýrislógini, sum skulu kunna yvirtakast eftir ynski føroyinga.
Øðrvísi er við løgregluni, sum er skrásett sum B-mál, og sum bert kunnu yvirtakast eftir samráðingar og semju millum partarnar. Herfyri visti Fregnir, at føroysku løgreglumenninir sluppu ikki við í fyrireikingarmar, og í síðstu viku visti Fregnir, at danska stjórnin nú sigur nei til at heimastýrið yvirtekur løgregluna.
Fregnir vísti ikki nakra skrivliga dokumentatión, men sambært Útvarpinum týskvøldið so er skrivliga grundgevingin, at vit kunnu ikki yvirtaka løgregluna, fyrr enn øll onur lóggáva viðvíkjandi dómsvaldi og rættarmálum er yvirtikin. Løgreglan, sum skal handheva lóg og rætt, kann ikki yvirtakast, fyrrenn lóggávan á hesum øki er vorðin føroysk.
Hetta tykist skilagott, men er kortini í andsøgn við tað, sum forsætisráðharrin áður hevur sagt - at vit kunnu yvirtaka løgregluna, um vit annars ynskja tað. Aftur eitt dømi um, at danska stjórnin sigur eitt, men ger eitt annað.
Og tí kunnu vit seta spurnartekin við, hvørja virðing danska stjórnin hevur fyri Føroyum og føroyingum. Orðini eru ofta føgur, men gerðirnar eru minni fagrar. T.d. í hernaðarmálinum, í bankakreppuni, í loyniarbeiðnum hjá ?Føroya-bólkinum? og í kravboðunum á fiskivinnuøkinum, tá danska stjórnin sýndi gamlan kolonipolitikk í verki.
Líka mikið um vit taka undir við fullveldi, eru sambandssinnað ella vilja hava eina sjálvstýrislóg, mugu vit krevja, at danir sýna okkum virðing og virða okkum sum ein javnsettan part. Men tað tykist danska stjórnin ikki gera í løtuni!