Vantandi vestur kostar bót

Drekin skrivar á heimasíðu sínari, at Vaktar- og Bjargingartænasta nú hevur heimild til at skriva út bót, um komið verður fram á kappróðrarbátar, har manningin ikki nýtir bjargingarvest. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, hevur sett í gildi lógina, sum áleggur rógvara uttan vest at gjalda bót á 1.000 kr. Bótin er persónlig, og eigur tí ikki at gjaldast av felagnum. Um neyðugt kann rógvari pantast, um bótin ikki verður goldin.