Vantandi verklagslóg fær tingmann at óttast Famj­ins­tunnilin

– Seinasti framløgudagur hev­ur verið, men lands­stýr­ið er framvegis ikki kom­ið við nakrar verk­lags­lóg um Famj­ins­tunn­il­in.

Tað hevur fingið Bjarna Hamm­er, løgtingsmann, at stúra fyri, at tunn­ilin verð­ur seink­aður, og tí hev­ur hann sett Jørg­eni Nicl­a­sen ein fyri­spurn­ing um málið.  

Bjarni Hammer vísir á, at Løgtingið hevur sam­tykt, at Fámjinstunnilin skal ger­ast, og peningur er sett­­ur av til endamálið. 

– Trígg­jar milliónir vórðu játtaðar til pro­sjek­ter­ing av verk­ætl­anini í 2020. Í 2021 eru 25 milliónir játt­­að­­ar, og eftir ætlan verða 63 mill­i­ónir játtaðar í 2022 og 30 milliónir í 2023. 

– Øll ver­k­ætlanin er mett at kosta 103-125 mill­ión­ir. Lands­stýr­ismaðurin hev­­ur boðað frá, at ar­beið­ið byrj­ar í summar, men fyri at ar­beiðið veruliga kann byrja, má ein verk­lags­lóg sam­tykkjast fyrst, sig­ur Bjarni Hamm­er.

Hann vísir á, at sein­asti fram­­løgu­dagur var fríggj­a­dagin 5. mars, og tá var verk­­lags­lógin ikki í­mill­um lóg­­ar­uppskotini frá sam­gong­uni. 

– Famjiningar og suð­ur­oy­­ing­­ar í síni heild eru farn­­ir at stúra fyri, um a­r­beið­ið fer at byrja í summ­ar, sum lands­stýr­is­mað­ur­in hevur boðað frá, nú ong­in verklagslóg fyri­ligg­ur. Men sjálvt um ongin verk­lags­lóg fyriliggur í dag, kann lands­stýr­is­mað­ur­in enn náa at koma í Løg­ting­ið við verk­lags­lóg­i­ni, áðrenn Løgtingið fer í summ­ar­feriu, soleiðis at ar­­beiðið kann bjóðast út og byrja í summar. Tað skulu 17 undirskriftir til, og tað er helst ongin trup­ul­leiki at fáa, sigur Bjarni Hamm­er, sum hevur sent lands­stýr­is­mann­i­num við sam­f­erðsl­u­mál­um ein §52 fyri­spurning um evnið.