Vantandi stuðul

Forkvinnan í Javnstøðunevndini seinastu knapt trý árini hevur lagt frá sær. Annika Wardum Joensen sigur, at hon gevst í nevndini vegna vantandi politiskan stuðul.

Dimmalætting skrivar, at Annika Wardum Joensen hevur so at siga onki hoyrt frá politiska mynduleikanum, síðani hon legði frá sær fyri nøkrum vikum síðani. Tað er landsstýrismaðurin við heilsumálum Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum, sum umsitur javnstøðumál.
Lógin um javnstøðu varð samtykt á Føroya Løgtingi í 1994. Við javnstøðulógini varð tað lógarfest, at arbeiðsgevarar hava ikki loyvi at gera mismun á starvsfólki vegna kyn, og at kvinnur og menn skulu hava somu løn fyri sama arbeiði.
Jan Mortensen, sum umboðar arbeiðsgevararnar, sigur, at spurningurin er, um skipanin ikki skal endurskoðast.
 - At Annika Wardum Joensen hevur lagt frá sær er eitt symptom uppá, at skipanin ikki virkar. Fíggjarliga orkan røkkur ikki til at koyra tað stóra í Javnstøðunevndini. Tú kanst ikki fáa ein persón at brúka alla sína orku upp á Javnstøðunevndina, tá fíggjarlig orka ikki er til tess. Tað er upp til Føroya Landsstýri at gera av, um man vil gera nakað við javnstøðuspurningin. Sum er hava vit eina javnstøðunevnd við einari játtan á fíggjarlógini. Tað er tað heila. Tað tykist við hesum, at politikarar eru slopnir undan at taka støðu til spurningin um javnstøðu, sigur Jan Mortensen.
Tað bar ikki til at hitta landsstýrismannin við heilsumálum Hans Paula Strøm, tí hann er farin í feriu.