Vantandi skeið fyri maskinfólk
- Tað er sera umráðandi fyri okkum, at vit ikki isolera okkum her í Norðuratlantshavi og enda við einum prógvi, sum eingin annar kennir uttan vit sjálvi, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum
Aðalfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Hóast verandi útbúgvingar á Vinnuháskúlanum helst eru góðar, er veruleikin kortini, at okkara grannalond Noreg, Danmark, Svøríki og Finnland nú øll bjóða bachelorútbúgvingar. Eg veit ikki ordiliga, hvat íslendingar gera. Men tað, sum er sera umráðandi fyri okkum, er, at vit ikki isolera okkum her í Norðuratlantshavi og enda við einum prógvi, sum eingin annar kennir uttan vit sjálvi.
Tað segði Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, á aðalfundi felagsins leygardagin.
Breið útbúgving
Formaðurin vísti á, at tað javnan verður sagt, at maskinmeistaraútbúgvingin er ein sera breið útbúgving.
- Men her mugu vit verða á varðhaldi soleiðis, at tá tann maritimi partin verður styrktur, má tann land plaseraði parturin ikki gloymast. Hesin partur mennist og veksur skjótt í okkara grannalondum.
Páll Hansen segði, at so at siga eingir møguleikar eru fyri eftirútbúgvingum fyri maskinmeistarar í Føroyum.
- Felagið hevur tí havt fund við leiðsluna á Vinnuháskúlanum um at fáa nakað gjørt við hetta, segði Páll Hansen.