Vantandi savnspolitikkur í høvuðsstaðnum

TAÐ er einki annað enn ein skomm, at Tórshavnar býur ikki hevur eitt býarsavn, sum vísir og lýsir søguna hjá høvuðsstaðnum við lutum, myndum og skjølum. Víst hava vit eitt heiti »Tórshavnar Býarsavn«, men savnið hevur ikki nøkur høli og onga fasta framsýning.

Í lýsingarblaðnum hjá Sosialinum við greinum um ólavsøkuna og nakað av tí, sum fer fram á ólavsøku var eisini eitt viðtal við Finn Johansen um býarsavnið. Finnur Johansen, sum er gamal býráðspolitikari í Havn, hevur verið sálin í býarsavninum og ein eggjandi kraft at varðveita nakað av tí gamla, siðsøguliga og søguliga í Havnini. Í hesum viðtali upplýsti hann, at Býarsavnið hevur ikki havt nakað høli síðani í kreppuárunum, tá leigumálið varð sagt upp.

MEN kreppan er farin aftur um og búskapurin stendur í fagrasta blóma. Tórshavnar kommuna fær nú so nógv inn í peningi, at hon hevur kunnað játtað pening til alskyns endamál. Eina millión til sjónleikarhús, eina millión til ríðihøll og hálva millión krónur til skótahús til dømis. Hetta er útmerkað fyri at skapa lív og trivnað, men er alt hetta lið í einum miðvísum mentapolitikki?

IKKI er greitt, um nakað er játtað til býarsavnið, og tað er kanska ikki nøkur kommunal skylda, men tá peningur verður latin til so mangt annað, so átti tað eisini at verið peningur til at leggja lunnar undir eitt veruligt býarsavn. Havnin hevur eina ríka søgu, og tí átti høvuðsstaðurin at havt eitt býarsavn og kanska eisini eitt sjósavn, tí tað er líka stór skomm, at føroyingar, sum ein siglandi tjóð, ikki hevur eitt sjó- og siglingarsavn.

BÝARSAVNIÐ hevur hesaferð eina framsýning við myndum, og tað hevur savnið havt áður, men tað kundi verið so mangt, sum eitt slíkt býarsavn kundi hýst, sum hevur meira lokalan áhuga enn tann annars frálíka framsýningin hjá Føroya Fornminnissavni. Hon hevur tikið so nógv fram, síðani hon fekk veruligar umstøður fyri nøkrum árum síðani.

Valár er í ár, men eitt býarsavn er ikki nóg gott agn aftur ímóti játtanum og stuðli til ávísar felagsskapir, sum býráðslimir kanska hava størri áhuga í, ella tilknýti til, men á hesum stað skal verða heitt á býráðið og áhugað um at virka fyri, at Tórshavnar býarsavn fær veruligar karmar fyri einum savni, sum lýsir søguna og virksemið í høvuðsstaðnum.