Væntandi politisk ráðlegging er ein stórur trupulleiki, tá hugsað verður um bústaðarviðurskiftini hjá teimum brekaðu í Føroyum.
Bjarni Clementsen, leiðari á Serstovnadeildini, sigur, at tað hava seinnu árini verið rættiliga skiftandi landsstýrismenn á økinum. Allir hava ein góðan vilja og skulu kanna málið. Ofta kemur tað ikki longri, tí pengarnir verða prioriteraðir aðrastaðni.
Tað, sum brúk er fyri, sigur Bjarni Clementsen, er at politikararnir seta pengar av til íbúðir til hesi fólkini.
Bjarni Clementsen metir ikki, at allar hesar kanningarnar hava verið neyðugar. Tøl og tørvslistar hava verið, tó bara seinastu trý-fýra árini. Men nú er so avgjørt at dagføra teir alla tíðina, sigur Bjarni Clementsen
Felagið Javni legði í apríl í ár fram eitt álit, sum greitt vísir tørvin, ið var 1. apríl. Men hann er longu broyttur, sigur Bjarni Clementsen, tí tað ger hann alla tíðina.
Fyrr hevur tað verið soleiðis, at so hvørt sum onkur hevur víst á einhvønn akuttan tørv, er tað einstaka málið loyst. Ofta fyribils. Men hesum ber ikki til at liva við, og tí hevur Javni nú saman við øðrum gjørt ein nágreiniligan tørvslista, sum er lagdur fram í tí áliti, sum millum onnur landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum eisini fekk.
-Nú er hesin tørvurin so nágreiniliga ávístur, at tað ber ikki til at bakka, sigur Bjarni Clementsen, leiðari á Serstovnadeildini.
Men hóast tað, at álitið hjá Javna varð latið avvarðandi myndugleikum, sum lovaðu at lesa tað og gera okkurt við tað, er einki frætt aftur enn, sigur Bjarni Clementsen.
Tað er ikki rætt at siga, at als einki hendir, sigur Bjarni Clementsen. Tí tað ger tað alla tíðina. Men í mun til veruliga tørvin hendir ógvuliga lítið. Og tað sindrið, sum hendir, munar ov lítið í heildini. Sjálvandi er tað ein loysn hjá tí einstaka, men í mun til samlaða tørvin er tað altso ikki nøktandi, sum hent er higartil, sigur hann.
Tað er ikki tí, at politiski myndugleikin ikki veit av hesum, sigur leiðarin á Serstovnadeildini. Hetta verður gjørt vart við hvørt einasta ár, tá fíggjarlógin verður gjørd. Og nú verður spennandi at vita, sigur hann, um tørvurin, sum vístur er á í álitinum hjá Javna, verður tikin við í komandi fíggjarlóg, sum politikararnir eru í ferð við at gera nú.
Tað er rætt, at tað er dýrt at gera eitt sambýli til seks brekað fólk, sigur Bjarni Clementsen. Men tað er neyðugt at gera eitt hús við íbúðum, tí soleiðis eru krøvini í dag. Tað er ikki nøktandi bara at geva hesum fólkunum eitt kamar onkustaðni. Nú er kravið egin íbúð. Og tað sigur seg sjálvt, at ein bygningur við seks baðirúmum og seks smærri køkum umframt einum stórum felagskøki og øðrum felagsrúmum, kostar meira enn eitt hús við einum av hvørjum, vísir hann á.
Tá tosað verður við politikararnar, er viljin altíð góður. Men tað er nú einaferð pengunum, brúk er fyri, og teir verða ikki altíð játtaðir, sum tørvur er á teimum.
Men búfólkini gjalda leigu fyri at búgva. Hesi fólkini fáa vanliga eina pensión, sum tey millum annað brúka til at gjalda húsaleigu við. Bjarni Clementsen vísir á, at búgva til dømis seks ella átta fólk í einum sambýli, skal bygningurin verða øgiliga dýrur, um tey ikki klára at svara hvørjum sítt av pensiónini, tey fáa.
Heilt í stað stendur tó ikki, sigur Bjarni Clementsen. Í løtuni verður arbeitt við einum nýggjum húsið í Klaksvík, har ætlanin er, at pláss skal vera fyri fýra autistum og fýra menningartarnaðum. Hetta húsið skal ætlandi standa liðugt komandi summar, sigur Bjarni Clementsen, leiðari á Serstovnadeildini undir Heilsurøktini og Serforsorgini.