PLO, frælsisfylkingin fyri Palestina, varð stovnað eftir ósigurin í sjey daga-krígnum í 1967. Tá hertók Ísrael Gasa, Vestara Áarbakka, Golan Heyggjarnar og eysturpartin av Jerusalem. PLO var at byrja við ein vápna mótstøðurørsla, ið hevði sum mál at berjast ímóti hersetingin og gera alt Palestina frælst. Ovastin hjá PLO var frá byrjan av Yassar Arafat.
Hugsjónin hjá fylkingini var um hesa tíðina vinstravend og átrúnaður var skildur frá hugsjónini. Allýsta málið var at stovna eitt fólkaræðisligt, verðsligt og sosialistiskt Palestina har fólk úr øllum trúgvum kundu búleikast. Geografist var talan um alt økið, tvs. eisini Ísrael innanfyri markið, sum tað var áðrenn 1967.
Men, sum tíðin leið og varð hendan hugsjónin broytt og somuleiðis varð fylkingin umskipa av tilburðum og kreftum í arabiska heiminum í somu støðu koma aðrar leiðandi stjórnir í arabiska heiminum.
Skifti í hugsjónum
Í 1970unum og 1980unum fingu tær átrúnaðarligu, politisku rørslurnar luft undir veingirnar. Islam gjørdist í alt størri mun ein veruleiki í politiska landslagnum. Hetta sæst týðuliga í stovnanini av HAMAS í 1988, sum nú í januar 2006 bleiv ein fólkavald stýrandi eind. Tapandi flokkurin í januar var Fatah, sum umboðaði høvuðspartin av PLO.
Um somu tíð, sum 80ini liðu, bleiv stóra Sovjet Samveldið ein minni stuðul hjá palestinum hugsjónarliga og fíggjarliga. Hersetingini av Afganistan millum annað gjørdi sambandið veikari. PLO førkaði seg hugsjónarliga nærri eini tjóðskapar- og islamsinnaðari støðu, og samstundis vórðu teir taktiskt meiri sinnaðir at laga seg eftir USA, sum Ísrael søguliga altíð hevur havt tætt samstarv við. Í 1989 góðtóku Arafat og PLO rættin hjá Ísrael at vera til. Teir søgdu seg vera tilreiðar at liva saman við ísraelska statinum við útgangsstøði í ST samtyktini 242, ið heitir á Ísrael um at taka seg aftur úr teimum hersettu økjunum frá 1967. Men í 1990 vælsignaðu Arafat og PLO harðrendu ákærurnar frá Saddam Hussein og iraksku hersetingina av Kuveit. Hetta varð, sammett við avgerðina í 1989, ein kúvending. Arafat valdi tapandi partin og fekk soleiðis sett Saudi Arabia, ein stuðul í altjóða hernaðarligu samgonguni, og PLO í eina sera óhepna støðu.
Men hvør situr við valdið í Palestinska sjálvstýrisøkinum?
Í 1994 eini svartari limosin kom Yasser Arafat til í høvuðssæti sítt í Ramallah. Við honum komu hermenn og embætisfólk. Her byrjaði palestinska sjálvstýri. Palestinsku myndugleikarnir hava rátt yvir Gasa og Vestara Áarbakka. Stýrið hevur verið merkt av lítið fólkaræðisligum framferðarháttum og mannagongdum. Umstøðurnar hava ikki verið tær bestu til at reka politik og havatrygdarviðurskifti uttan iva staðið ovast á breddanum hjá myndugleikunum. Í 1996 herjaðu Hamas og Islamiskt Jihad á Ísrael við fleiri sjálvmorðsbumbuatsóknum. Hetta sigur eitt sindur um spjaðingina av valdinum í lítla palestinska økinum.
Ta seinastu tíðina hevur innanhýsisstríðið millum báðar teir leiðandi flokkarnar harðna. Meiri enn 20 palestinar eru dripnir í hesum stríði, tær seinastu vikurnar. Fólkaherarnir hjá báðum flokkunum hava kappast um at vísa seg úti á gøtuni. T.d. gingu umleið 100 vápnaðir fatah-hermenn inn í parlamentið og vístu sína vanvirðing fyri teimum fólkavaldu. Fyrst í juni løgdu Hamas-hermenn á palestinsku tjóðarsjónvarpsstøðina í Gasa. Fatah-rørslan við oddamanninum og forsetanum Abbas hevur yvirvág í umboðanini í fjølmiðlunum. Støðan er soleiðis ørkymlandi og hættislig við fleiri vápnaðum lítlum fylkingum, sum gera um seg. Tað er ein vápnaður vongur hjá Hamas, Brigadur Izzedine al-Qassams og ein lítið kendur bólkur, ið kallar seg Islamiski Herurin, sum standa aftanfyri ta nógv umrøddu burturflytingina av einum ísraelskum hermanni. At ruðuleiki valdar í palestinska økinum siga tíðindini uttan úr heimi okkum hvønn dag. Valdsstríðið er á ongan hátt av millum Fatah og Hamas.
Pundik-viðmerking: Pølsesnak og kebab-møsn
Fyrst í vikuni leggur danski miðeystur-viðmerkjarin, Herbert Pundik - í ein av sínu áhugaverdu og afturvendandi teigum - í Politiken áherðslu á, at ein loysn millum stríðandi partarnar skal finnast í eini heildarloysn. Hann talar harðliga ímót eini stig fyri stig-loysn, sum hann kallar allar tær undanfarnu friðarætlanirnar. Hann finst at teimum altjóða leikarunum, USA og EU, fyri ikki at gera nóg nógv við at fáa tamarhald á stríðnum millum palestinar og Ísrael. Ein hevur sæð burtur frá politisku veruleikunum, sum nú av álvara gera seg galdandi. Og, tá ið friðartingingarnar hava staðið á, so hevur tos verið um stig fyri stig-loysnir alt hetta tosið um rættiligar friðarætlanir skýrir hann pølsesnak og kebabsludder. Hesar miseydnaðu friðartingingarnar hava altíð fallið til jørðina orsakað av einum misfataðum ástøði nevniliga stig fyri stig-loysnir. T.d. eru málini um støðuna hjá Jerusalem og palestinski flóttafólkatrupulleikin hvørjaferð skúgva aftur í røðini í tingingunum. Hetta ástøðið kann ikki brúkast í einum stríði, ið hevur 100 ár á baki, metir Pundik. Loysnin uppá stríðið liggur, sambært Pundik, í eini heildarloysn, har grundleggjandi krøv hjá báðum pørtum verða gingin á møti. Hetta er einasta gongda leiðin sambært Pundik. Meirilutin av fólkunum í báðum pørtum hevur til tíðir upplivað frið og vil hava meiri av honum. Ein heildarloysn er svarið, og hendan vil virka sum ein forðing fyri teimum vápnaðu lítlu fylkingunum, metir Pundik. Hetta vildi ført til eina miðsavnan av valdinum kring teir fólkavaldu, sum í løtuni eru Hamas, og í minni mun Fatah-flokkin og Abbas forseta. Avgjørt er tað spennandi at halda eyguni við, hvussu Hamas-leiðslan ber seg at í komandi tíðum og vónandi friðartingingum við ísraelar og somuleiðis aðrar partar í Palestinar. Í løtuni eru friðartingingar eitt fjart hugtak.