Vinna
Hóast arbeiðsloysið í Føroyum er á støði við lægstu tølini rundan um okkum, hevur talið av arbeiðsleysum verið enn lægri árini frammanundan.
Arbeiðsloysið hevur nevniliga ligið niður móti tveimum prosentum, og tá klagaði stórt sæð øll vinnan um, at sera trupult var at fáa fólk. Nú er arbeiðsloysið umleið 3,5 %, men enn eru ávísar vinnugreinar, sum hava sera trupult við at fáa nóg nógv fólk í arbeiði.
Virðir farast
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum verður víst á, at trupulleikin við vantandi arbeiðsmegi ger seg galdandi bæði innan handverksvinnuna og fiskivinnuna, og serliga er tað miðøkið, sum er rakt.
- Hetta merkir, skrivar Vinnuhúsið, at virði fara fyri skeyti - ella verða ikki skapt vegna manglandi arbeiðsmegi.
Lagt verður aftrat, at føroysk virkir javnan royna at fáa fólk inn úr øðrum londunum, men hetta er trupult - fyri ikki at siga ógjørligt.
- Fólk úr øðrum norðanlondum sleppa til Føroyar uttan arbeiðs-og uppihaldsloyvi, og tað eru tí ongar forðingar fyri at fáa tey til arbeiðis í Føroyum, sigur Vinnuhúsið.
Ikki sama støða
Munurin á støðuni í dag og støðuni í áttatiárunum, har okkum eisini vantaði arbeiðsmegi, er tó, at í londunum rundan um okkum er sama støða sum í Føroyum.
- Mótvegis okkum hava hesi lond tó tann møguleika at brúka arbeiðsmegi úr øllum ES/EBS-økinum. Men henda møguleika hevur føroyska vinnan ikki. Staðfestast kann, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er sera lættur at sleppa av, men er alt ov torførur at sleppa inn á.
Á heimasíðuni verður víst á, at eitt stórt tal av føroyskum handverkarum arbeiða uttanlands, tí bæði í Danmark og Noreg er gravgangur eftir fólki. Samstundis vantar føroysku byggivinnuni fólk.
Tíma ikki fisk
- Flakavinnan hevur eisini trupult við at fáa fólk, men hetta er líka nógv tí, at fólk ikki ynskja at taka hetta arbeiði. Virkir sum leita eftir fólki, fáa listar yvir arbeiðsleys frá ALS, men ofta kemur fyri, at ikki ein einasti sigur ja til at taka arbeiði á einum fiskavirki.
Vinnuhúsið heldur, at tað, sum vit hava tørv á, er ein arbeiðsmarknaður, sum sera skjótt kann tillaga seg, bæði í uppgangstíðum, men so sanniliga eisini í niðurgangstíðum.
- Men fleiri skipanir beinleiðis mótvirka hesum. Vit hava skipanir, sum eggja pørtum av arbeiðsmegini at søkja av landinum. Aðrar skipanir, sum fiskavirkisskipanin, binda fólk til virkir, har tey í veruleikanum bara arbeiða nakrar dagar um vikuna, meðan onnur virkir ikki fáa fólk. Slíkar skipanir hava møguliga eitt tilverugrundarlag í niðurgangstíðum, men so mugu tær eisini kunna takast burtur - ella tillagast - tá tørvur er á tí, heldur Vinnuhúsið.
Menningin í vanda
At enda verður sagt, at skal menningin í okkara samfelag ikki steðga, er tíðin komin til, at bæði vinna og politikarar taka spurningin í ramasta álvara og viðgera, hvussu vit í størri mun fáa latið upp okkara arbeiðsmarknað.