Vanta venjarar

Havnar Fimleikarafelag vantar venjarar til dreingjaliðini hjá felagnum. Umleið 50 dreingir í aldrunum frá fimm til sjey ár og í aldrunum frá 5. flokki og uppeftir standa uttan venjara.
 - Ofta hevur tað verið trupult at fáa venjarar til dreingjaliðini,  men hesuferð bar av. Eingin venjari varð funnin, tá fimleikaárið byrjaði. Og um eingin venjari verður funnin rættiliga skjótt, so sleppa hesir dreingir tíverri ikki at gera fimleik í ár, sigur Anny Kyster Durhuus frá Havnar Fimleikarafelag.
Áhugað verða biðin um at venda sær til Anny Kyster Durhuus á telefon 228892. Fimleikaárið byrjaði tann 30. august.