- Um tað ikki koma nýggj foreldur, eri eg bangin fyri, at Náttarravnarnir fara at detta niðurfyri. Tí tað eru fleiri, sum velja at gevast nú, børnini eru vorðin vaksin, sigur Ella Müller úr Havn, sum hevur verið við í Náttarravnunum, síðan teir byrjaðu.
- Um tað heldur fram á henda hátt, vera eingir Náttarravnar í býnum, og so fer balladan at vinda uppá seg aftur, sigur Ella Müller.
Gjørt stóran mun
Tað var rættiliga ófriðarligt í býnum, tá Náttarravnarnir byrjaðu fyri fimm árum síðani, men tey hava merkt ein sera stóran mun.
- Tá vit byrjaðu, vóru vit úti frá kl. 00.30 til kl. 04.30. Nú kunnu vit fara heim kl. 03.00, tí tá er býurin friðarligur.
Áðrenn Náttarravnarnir komu til, vóru nógvir bardagar í býnum og knívur var ofta á lofti.
- Tað er ongantíð bardagi, tá vit eru hjá. Um tað er ein bardagi, og vit koma framvið, so steðgar hann og fer ikki í gongd aftur, greiðir Ella Müller frá.
- Eg haldi, at tað er tí, tað er ein tryggleiki í, at vit eru har hjá teimum ungu. Vit gera og siga einki, vit ganga bara framvið. Um nakað er, kunnu tey bara koma og tosa við okkum.
Náttarravnarnir uppsøkja ikki tey ungu, tey ganga bara í býnum í teirra eyðkendu gulu jakkum, so tey ungu kunnu venda sær til teirra, um tey hava brúk fyri teimum.
Tað sum Náttarravnarnir oftast uppliva, er at tá onkur ungur hevur drukkið ov nógv og er illa fyri, so koma tey at læna fartelefon, fyri at biðja onkran koma eftir sær. Onkuntíð hjálpa tey onkrum yvir um vegin, og tey steðga eisini happing, tá tað kemur fyri. Áðrenn Náttarravnarnir fara heim, tryggja tey sær, at eingin tannáringur liggur og svevur í einum myrkum horni.
Foreldur gevast
Upprunaliga við vóru 90 foreldur við í Náttarravnunum, men í dag eru einans 40 eftir, 10 av hesum eru foreldur at tannáringum. Børnini hjá hinum eru vaksin, og fleiri foreldur velja at gevast í Náttarravnunum, tá teirra børn ikki eru tannáringar longur.
- Tað er ikki so lætt hjá okkum at fylgja við, tá vit ikki eiga tannáringar longur, sigur Ella Müller.
- Vit vita ikki hvar tey ungu ganga í býin. Allar teir upplýsingar vit fáa, koma frá hesum 10 foreldrunum, sum kunnu spyrja síni børn, hvar tey vóru í vikuskiftinum.
Tey foreldur, ið eru við í Náttarravnunum, royna at fáa fleiri við.
- Tað gongur ígjøgnum onnur foreldur, sum vit kenna. Vit biðja tey koma út við okkum at ganga eitt kvøld, so tey kunnu tekna seg til eina aðru ferð.
Men tað er ringt hjá Náttarravnunum at fáa nýggj foreldur við.
- Kanska er tað tí, at foreldrini ikki vita, hví vit eru í býnum. Summi fólk síggja tað sum nakað negativt og halda, at vit ganga í býnum av forvitni og at vit slatra. Men tað er ikki so. Vit eru har, fyri at tey ungu skulu hava tað trygt, tá tey eru í býnum, sigur Ella Müller.
Fakta:
Náttarravnarnir í Tórshavnar kommunu:
Fyri fimm árum síðani var nógvur harðskapur, tá tannáringar vóru í býnum í vikuskiftunum. Nøkur foreldur, sum vóru stúrin, tóku seg saman, og ringdu til Erik Torsted formannin fyri Náttarravnunum í Danmark. Hann kom til Føroya,at leggja teimum lag á, og hjálpti teimum at stovna Náttarravnar í Tórshavn.
Tá vóru tey úti fríggjakvøld og leygarkvøld, og tey vóru seks vaksin hvørt kvøldið, og gingu í bólkum við trimum í hvørjum.
Nú eru tríggir Náttarravnar úti hvørt leygarkvøld.