Hondbóltssamband Føroya er í dýrari neyð hvat dómarum viðvíkur, og er støðan somikið álvarslig í løtuni, at kappingarskráin verður løgd so hvørt alt eftir hvørjir dómarar eru tøkir. Hetta kemst av teirri orsøk, at dómararnir eru ov fáir í tali - so fáir, at eitt fult umfar ikki kann avgreiðast eina og sama dag.
Nú ætlar Hondbóltssamband Føroya at gera nakað við trupulleikan. Saman við Dómarafelagnum fer sambandið nú í samstarv við ein danskan dómaraserfrøðing.
Hevur royndirnar
Talan er um Johnny Tauman, sum er dómaraeygleiðari, men eisini hevur egna fyritøku innan leiðaramenning. Johnny var eygleiðari til Coca Cola-steypafinalurnar herfyri, har hann serliga legði seg eftir at greina spælskil, persónslyndi, reglustýring og samstarv. Tað er annars í síni heild á hesum sálarliga økinum, at Johnny Tauman ger seg galdandi, og fer hann í hesum átakinum hjá Hondbóltssambandi Føroya og Dómarafelagnum eitt nú at ferðast til skúlar kring landið at greiða frá, hvat tað inniber at vera hondbóltsdómarar og hvørjir hjávinningar spyrjast burturúr hesi leiðini.
25 dómarar vanta
Tað er risa stórur dómaramangul í Føroyum, og vil Hondbóltssamband Føroya vera við, at heili 25 dómarar vanta. Átakið saman við Johnny Tauman byrjar í septembur og skal – umframt at skapa fleiri hondbóltsdómarar – eisini leggja seg eftir at fáa útbúgvið fleiri dómaraeygleiðarar.
Fyrireikandi arbeiðið undan átakinum er longu farið í gongd, men fer átakið sum nevt í gongd av álvara í septembur.
Skilir trupulleikan
Johnny Tauman sigur í samrøðu við heimasíðu hondbóltsambandsins, at hann skilir væl trýstið at vera hondbóltsdómari í mun til eitt nú Danmark.
- Dómarar í Føroyum standa í hvørjum dysti yvirfyri heilt øðrum avbjóðingum, enn dómarar gera í Danmark, nevniliga stoltu kenslunum, sum lokala fólkið í bygdum og býum hava fyri sínum liði. Tað, sum eg vil, er at útbúgva dómarar til at viðurkenna, at tað er loyvt at vera fegin og errin av at vera útnevndur til at vera dystarleiðari, sum við virðing fyri reglunum stýrir gongdini – heldur enn at vera “dómari” og “feilfinnnari, sigur Johnny Taumann.