Óvant í støðum

Tveir leikarar fingu fyri fyrstu ferð altjóða minuttir á vøllinum í dystinum á Hampden Park. Sum heild má avrikið sigast at vera góðtikið, men hjá summum leikarum var talan um óvandar leiklutir, sum settu sín dám á avrikið

Leikaraummæli

1. Jákup Mikkelsen (Partick Thistle)
Hevði úr at gera, nú hann skuldi prógva sínar dygdir fyri skotsku tjóðini, og fyri tað mesta slapp hann eisini væl frá hesum. Møguliga kundi hann staðið seg betur við seinna skotska málið, men kann sum so ikki lastast fyri hetta. Og við fleiri bjarginum aðrar tíðir í dystinum var hann í øllum førum viðvirkandi til, at fleiri mál ikki komu ígjøgnum.

2. Jann Ingi Petersen (B68)
Var sum neyðloysn fluttur aftur á høgra bakk, og tað var eyðsæð, at hetta ikki var ein leiklutur, sum hann treivst so øgiliga væl í. Stríddist sum vant sera væl, men hevði trupulleikar við at standa rætt á vøllinum, og hesin ótryggleikin viðførdi eisini, at hann ikki var eins nógv við í framrættaða spælinum, sum tað hevði verið ynskiligt. Valið av honum boðar tó frá áliti frá venjarunum, og tað er heldur einki at ivast í, at hann eisini er partur av hópinum framyvir.

4. Pól Thorsteinsson (B36)
Noyddist enn einaferð yvir á vinstra bakk sum vikarur, og tað kundi enn einaferð staðfestast, at hetta ikki er besta pláss hansara. Hevði serliga fyrstu løtuna stórar trupulleikar av kvika Paul Devlin, men spakuliga fekk hann tó alt betri tak á hesum. Sum støðan var, so er einki at ivast í, at Pól var besta boðið til vinstra bakkin, men tað er í høgra verjuborði, at hann eigur sítt pláss á liðnum.

5. Jón Rói Jacobsen (Brøndby IF)
Hevði saman við Óla Johannesen eina sera trupla uppgávu, tá skotar skuldu haldast burtur frá málinum. Fyri tað mesta gekk tó væl at tetta holini í føroysku miðverjuni, og tað var sjáldan, at skotar komu til møguleikar, tá spælt varð eftir miðásini, tó at 2-1 málið kom eftir júst hesi uppskrift. Var eisini við í framrættaða spælinum, og hevði í seinna hálvleiki eitt av sínum raidum niðaneftir, uttan at hetta tó gav úrslit.

6. Rógvi Jacobsen (HB)
Bara tað at Rógvi til yvirmát kundi dystast við skotska luftvápnið sigur eitt sindur um, hvussu stóran týdning hann hevur fingið í føroyska spælinum. Við kropsstyrki sínari var hann heldur ikki lættur at flyta hjá teimum, og eisini megnaði hann væl at taka lut í spælinum í borðunum. Enn restar tó nakað, áðrenn hann í nóg stóran mun fær tikið lut í bóltspælinum longur inni á vøllinum.

7. Fróði Benjaminsen (B68)
Týdningurin hjá Fróða fyri føroyska liðið má sigast at vera indiskutabul, og aftur hesa ferð var hann leikarin, sum stýrdi føroyska spælinum. Kropsliga styrkin lat eisini mangan skotan liggja moyran á vøllinum, og enn tykist hann ikki kenna til tað, at hava virðing fyri sterkari mótstøðu. Dregur tó skeiva vegin, at hann fekk sær eitt heldur óneyðugt gult kort við eini harðari eftirtackling.

8. Julian Johnsson (ÍA Akranes)
Var sum ikki einaferð motorurin á miðvøllinum, og saman við Rógva var hann eisini leikarin, sum kundi bjóða skotum av í luftspælinum. Ikki minst við deyðbóltsstøðum, har tað eisini eydnaðist honum at gera føroyska málið. Tóktist tó at hava mist nakað av luftini eftir steðgin, og var tí ikki eins eyðsýndur her, men royndi tó alla tiðina at bjóða seg fram til luttøku í føroyska spælinum.

9. Jákup á Borg (B36)
Við perfekta hornasparkinum sýndi hann enn einaferð, at hann meira enn nakar er maðurin, sum leggur upp til føroysku málini. Men hann mundi tó iðra seg um, at tað ikki eydnaðist honum at skora, tá støðan framvegis var 0-0. Kom annars væl frá uppgávuni, tá hann at byrja við varð royndur frammi í fremstu røð, og var sum vant sera arbeiðssamur á miðvøllinum, tá hetta var leikluturin eftir steðgin. Hevði eisini eina góða frísparksroynd, sum tíverri streyk beint framvið.

10. John Petersen (B36)
Var maðurin, sum skuldi samanbinda føroyska álopsspælið, men tað var avmarkað, hvussu nógv hann fekk loyvi til í hesum. Hevði risastóra Andy Webster sum persónliga ansara í stórum pørtum av dystinum, og fekk tí sjáldan gjørt nakað við bóltin, um hesin ikki varð spældur beint á. Hevði tó einstakar góðar detaljur, og megnaði fleiri ferðir at skapa bæði sær sjálvum og øðrum pláss.

11. Helgi L. Petersen (NSÍ)
Var sera óvæntað valdur sum maðurin, ið skuldi byrja í føroyska álopinum, men livdi fult upp til álitið. Tað var kanska avmarkað, hvat spurdist burturúr av málmøguleikum, men hann arbeiddi sera væl fyri sakini, og fekk soleiðis staðfest, at hann á ongan hátt er eigur at gloymast burtur, tá landsliðshópir skulu veljast framyvir.

13. Óli Johannesen (TB)
Var saman við Jón Róa Jacobsen hjartað í føroysku verjuni, og sæð burtur frá 2-1 málinum, so var miðverjan fyri tað allarmesta sera tøtt. Við kropsligu styrki síni var Óli ofta í hornatøkum við mótstøðumenninar, og at teimum ikki altíð líkaði hetta eins væl, tóktist sjónligt, tá tað í seinna hálvleiki fleiri ferð kom til smærri samanbrestir millum Óla og álopsleikarar hjá skotum. Føroyski liðskiparin megnaði tó alla tíðina at halda høvdinum kalt, soleiðis at býttar frustratiónir ikki komu at kosta óneyðuga nógv.

14. Atli Danielsen (KÍ)
Slapp at royna seg seinastu fimm minuttirnar fyri Julian Johnsson, og er grundarlagið til eina meting tí alt ov lítið. Fekk tó eitt sindur av altjóða royndum við hesum, og tær kunnu so bara koma honum til góðar framyvir.

17. Tór-Ingar Akselsen (HB)
Seinasti maðurin, sum varð kallaður inn til hópin, var hin fyrsti, sum slapp av skiftisbeinkinum, tá Helgi var um at gerast dekan ov moyrur. Við kvikleika sínum fekk Tór-Ingar eisini skapt nakað sum líktist føroyskum álopsspæli. Ikki minst tykist bóltmóttøkan at vera góð, soleiðis at ferðin á spælinnum ikki dovnar.

18. Christian Lamhauge Holst (Lyngby BK)
Gjørdist næsti maðurin, sum fekk debut á ferðini, tá hann seinastu lítlu løtuni loysti Jákup á Borg av. Var tó avmarkað, hvat hann fekk víst hesa tíðina, og kann tí ikki metast.