Vann á sær sjálvari

Tá kreftirnar eru uppi, er tað bert viljin, sum kann føra ein marathon-rennara á mál. Og hetta megnaði Rigmor Napoleonsdóttir Arge, hóast tað sá svart út

Tað var ikki nógv bensin eftir á motorinum, tá Rigmor Napoleonsdóttir Arge kom inn á stadionøkið til frælsan ítrótt, har seinastu 550 metrarnir av hálvu marathonrenningini skuldu rennast.

Eins og hon hevði gjørt tað seinastu nógvu kilometrarnar, so megnaði hon tó at at vinna á sær sjálvum, og tað var fyrst og fremst hetta, sum taldi, tá tað stóð henni greitt, at medaljupláss bleiv talan so ikki um.

- Nei, har var tómt. Tað stóð faktiskt á minus, tá eg kom inn, so eg skuldi bara um strikuna, helt Rigmor fyri.

- Trupulleikin var, at eg var ov optimistisk fyrstu løtuna. Eg legði ov hart út, og so fann eg ongan tíð mína egnu rútmu. Tað gjørdi, at tað gjørdist bert ein spurningur um at koma á mál, og tað vildi eg. Og tí eri eg nøgd, bara tað eydnaðist, tí eina løtu sá tað altso ógvuliga svart út.

Var tað kanska eisini hitin, sum spældi inn á tann hátt, at tú hevði undirmett hetta?

- Eg veit ikki. Eg havi eisini runnið í nógvum hita fyrr, men hvør kapping gevur tær nýggjar royndir. Hesa ferð var eg bara ov djørv. Eg lá nummar fýra, og so helt eg, at hetta gekk fínt, og so taki eg tær móti endanum. Men tað gjørdist altso umvent. Tað varð eg, sum varð etin.