Vann á sínum egnu

Birgit Guttesen, ið hevur fingið sín flogbóltsuppvøkstur í SÍ, var leygardagin hinu megin netið sum ein av berandi spælarunum hjá Mjølni

– Hetta kennist ordiliga gott, tí tað var stuttligt at spæla í dag. Tað er eisini altíð stuttligt at vera í steypafinaluni, og uppaftur stuttligari var tað, at tað skuldi eydnast at vinna á gomlu liðfeløgunum, segði Birgit Guttesen, eftir at hon hevði fingið steypagullheiðursmerkið um hálsin leygardagin.
– Tað bleiv øgiliga tætt ímóti endanum, og eg gjørdist eitt sindur nervøs. Men vit eru ordiliga sterkar og vóru tað betra liðið í dag.
Mjølnir er eisini á odda í landskappingini og sær tað mest út til, at Mjølnir kemur í FM-finaluna, meðan Fleyr og SÍ mugu kappast um hin finalusessin.
– Ja, vit vilja í finaluna, so tað bara skal vera ein spurningur um, hvør verður nummar tvey og sleppur at spæla ímóti okkum. Sum SÍ spældi í dag, kann tað henda seg, at vit møta teimum aftur í FM-finalunum, segði Birgit.