Ein lottospælari í USA gjørdist fríggjadagin 521 miljónir dollarar ella fleiri enn tríggjar miljardir krónur ríkari, tá hann spældi í amerikanska lottospælinum, Mega Millions.
Vinnaraseðilin varð seldur í New Jersey, umleið 48 kilometrar úr New York City, skrivar tíðindastovan, AP.
- Eg vaknaði upp til tíðindini, og eg eri ógvuliga fegin vegna vinnaran, sigur Ameer Karass, sum eigur bensinstøðina, har vinnaraseðilin er keyptur.
Hetta er hin fjórðstørsti vinningurin í søguni hjá Mega Millions, og hetta er fyrstu ferð síðan í januar, at ein spælari hevur havt øll seks vinnaratølini.
Møguleikin at raka røttu talsamansetingina er ein út av 259 miljónum, skrivar ABC Finance.
Lagt verður aftrat, at tann, sum eigur vinnaraseðilin enn ikki hevur vent sær til bensinstøðina, og tí hava tey onga hóming av, hvør hepni vinnarin er.