Danska Camilla Pedersen var í september fyri álvarsligum óhappi á súkklu, tá ið hon á venjingartúri mátti víkja undan nøkrum børnum sum vóru á veg út á breytina, soleiðis at hon datt so meint at høvdið smekkaði í.
Hon fekk skallabrot og bløðingar runt heilan, sum viðførdu at læknarnir máttu leggja hana í koma í 19 dagar. Vaknað aftur fekk hon at vita at hon skuldi rokna við at vera heilaskødd alt lívið, og sita í rullistóli.
Hon var tá forsvarandi evropameistari í triathlon bæði á hálva og heila ironman-teininum, umframt silvurvinnari á heimsmeistarastevnuni. Vinfólk skipaðu fyri peningainnsavning sum lukkutíð fekk góða undirtøku, nú hon sum professionelt ítróttarfólk ikki hevði nakra inntøku longur.
Síðst í januar kundi hon so fráboða á heimasíðu síni, at hon hevði avgreitt sína fyrstu venjingarviku á súkklu, og at tað gekk spakuliga framá.
Og nú í gjár vann hon so fyrstu triathlon-kapping aftur, tá ið hon á Challenge Fuerteventura á Kanarisku oyggjunum fullførdi hálva ironman-teinin uppá 4:30.13, næstan 6 minuttir frammanfyri næsta luttakaran.
Hetta vóru 1.9 km svimjing uppá 25 minuttir og 42 sekund, 90 km súkkling uppá 2 tímar 36 minuttir og 39 sekund, og 21 km renning uppá 1 tíma 27 minuttir og 52 sekund. Tilsamans 4 tímar 30 minuttir og 13 sekund.
Ein annar prominentur luttakari var Formel 1 rasarakoyrarin Jenson Button, sum tó mátti gevast í leypi av síðstu renningini vegna krampa í beinunum.