Vann hóast stóra afturgongd

Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, hevur fyri triðju ferð á rað vunnið eitt parlamentsval, men sigurin var ikki so sannførandi sum hinar báðar ferðirnar

Tony Blair er vorðin søguligur, tí hann er tann fyrsti Labour-formaðurin, sum hevur megnað at vinna trý parlamentsval á rað, og verður hann sitandi í forsætisráðhaeeasessinum alt valskeiðið, fer hann at taka metið frá Margareth Thatcher, sum satt ellivu ár á rað sum bretskur stjórnarleiðari.

Men sigurin hesaferð var øðrvísi enn hinar báðar ferðirnar. Tá hevði Labour stóra framgongd, og seinasta valskeið hevur Labour havt 161 umboð í meiriluta í undirhúsinum. Nú er meirilutin tódnaður nógv, tí sambært tølunum í gjár fær Labour ímillum 60 og 80 umboð í meiriluta í hesum valskeiðinum.

Í takkarrøðuni, sum Blair helt í sínum egna valdømi, Sedgefield í Norðuronglandi, segði hann, at valið hevði víst,. at veljararnir vildu hava eina Labour-stjórn, men við minni meiriluta.

-Hesum mugu vit svara við skynsemi, vitan og ábyrgd. Vit mugu tryggja, at vit leggja dent á tað, sum hevur týdning fyri fólk t.v.s. tað, sum tey rosaðu um undir valstríðnum, segði Blair. Hann ásannaði samstundis, at Irak-kríggið hevði havt sína ávirkan á valið.

-Eg veit væl, at kríggið í Irak hevur býtt fólk okkara sundur, men eg vóni, at vit kunnu sameinast aftur í framtíðini.


Aðrar oddamenn

Eygleiðarar í London søgdu í gjár, at afturgongdin hjá Labour fer helst at skunda undir kravið um, at Tony Blair skal lata fíggjarmálaráðharran, Gordon Brown, taka við.

Tann 58 ára gamli Brown, sum fær æruna av teirri góðu búskapargongdini og tí lítla arbeiðsloysinum í Bretlandi, var uppstillaður í skotska valdøminum Kirkcaldy/Cowdenbeath, og hann fekk 58 prosent av øllum atkvøðunum har.

Men sambært eygleiðarunum er tað ikki bara Labour, sum fær nýggjan formann um stutta tíð. Teir vænta, at bæði teir konservativu og liberaldemokratarnir fara at leita eftir øðrum formanni í komandi valskeiðinum.


Konservativ framgongd

Formaðurin í konservativa flokkinum, Michael Howard, ásannaði gjáranáttina, at Labour og Blair høvdu vunnið, men hann kundi samstundis fegnast um, at hansara flokkur hevði fingið størri framgongd, enn tey flestu høvdu væntað. Í gjár vístu tølini, at teir konservativu høvdu fingið næstan 40 tinglimir afturat.

--Eg haldi, at hetta valið var eitt týðandi stig ímóti einari endurreisn hjá flokki okkara, segði Michael Howard.

Harafturímóti høvdu liberaldemokratarnir ikki nógv at gleða seg um. Undan valinum varð roknað við, at flokkurin fór at fáa munandi framgongd, men uppteljingin vísti, at flokkurin fekk bara fýra umboð í undirhúsið afturat, og tað var nógv minni enn væntað.

Fyrrapartin í gjár kunngjørdi valnevndin, at fyribilstøl góvu arbeiðaraflokkinum 352 umboð í undirhúsið, teir konservativu høvdu fingið 192 og liberaldemokratarnir 59.