Stutt undan, at Bjørn Ferry sera óvæntað vann OL-gull í skíðskjóting, fekk hann eini sms-boð frá bróðuri sínum, Anders Ferry sum er raktur av krabbameini.
Anders Ferry var tá staddur í einum sjúkra húsi í tí belgiska býnum, Leuven. Anders Ferry hevði júst tá prátað við læknarnar, og teir høvdu góð tíðindi at bera honum.
- Bjørn bróðir gjørdist ovurfegin, tá vit góvu honum tey gleðiligu boðini. Betri fyrireiking til OL-kappingina í skíðskjóting kundi hann ikki ynskt sær, segði Anders Ferry við svenska blaðið, Expressen.
Við Expressen sigur Bjørn Ferry: - Eg vann OL-gullið fyri Anders bróðir, men tað er mangan týdningarmiklari og størri, at hann yvirlivir viðgerðina, enn at eg vinni eitt OL-gull.
Anders Ferry hevur eisini fingið viðgerð í Skotlandi, og hevur seinastu tvey árini stríðst við krabbamein. Ì Skotlandi var talan um eina umfatandi skurðviðgerð, har skurðlæknarnir tóku 10 prosent av heilanum hjá Anders Ferry.
Men nú kann nýkosni svenski OL-gullvinnarin fegnast um, at bróðir hansara, Anders er fer við at vinna sítt stríð. Triðji bróðurin, Mathias Ferry er við Anders Ferry í Belgia. Brøðurnir eru sera tætt knýttir, og eru hópin av sms-boðum send millum Belgia og Kanada.
Søgan um Ferry-brøðurnar hevur rørt hvørt hjarta í Svøríki, og mong uttanfyri Svøríki eisini.