Vann Geytan – men var náttarvakt hjá Schulstad

Geytavinnarin 2015, Andrias Høgenni, fekk ikki verið til staðar í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið at taka ímóti ársins filmsvirðislønini, Geytanum. Hann gongur á filmsskúla í Keypamannahavn, og í gjárkvøldið, tá virðirslønirnar vórðu handaðar í Norðurlandahúsinum, var hann á náttarvakt á einum Schulstad bakaríi.

 

Tí vóru tað foreldur hansara, Elsa Johanna og Hilmar Høgenni, sum tóku ímóti Geytanum. Andrias var við í telefonini, og soleiðis frætti hann boðini, at hann var ársins vinnari av Geytavirðirslønini.

 

Pápin, Hilmar Høgenni, segði nøkur orð til kjokkfulla salin í Norðurlandahúsinum.