- Vann fyri gubba mín

Tað sigur Hans Pauli Samuelsen, sum eftir dystin gekk runt í eisini t-shrit har tað stóð “Kristian gubbi” á.

- Tað er fyri gubba mín Kristian Samuelsen, sum doyði fyrr í ár. Eg spældi í henni tá og tá vunnu vit móti NSÍ. Hann var íðin í fótbólti og eg vildi líka sum vísa at eg vann fyri hann, sigur Hans Pauli Samuelsen
Hann hugsaði slett ikki um minnini frá 2006.
- 2006 var ongantíð í mínum høvdið. Tað er langtsíðani farið. Eg hugsaði bara at vit skuldu spæla okkara spæl, men vit vóru ikki 100 prosent klárir í dag. Tað skal eg viðurkenna, sigur 27 ára gamli miðvallarin.
Hans Pauli er heldur ikki bleytur fyri at siga, at NSÍ var betra liðið í fyrra hálvleiki.
- Eg veit ikki um vit halda, at tá vit hava fingið eitt mál, so kunnu vit slappa av. Teir taka yvir og vit eru verri allan fyrra hálvleik, sigur miðvallarin.
- Eg haldi vit lukka dystin tíðliga í fyrra hálvleiki, tá vit skora til 3-1. Men so skorar NSÍ og vit fara at gýppa, men tað duga vit ikki til.
Hans Pauli er fegin um at verja hevur verið so stinn í ár.
- Eg hevði nervar seinastu løtuna. Teir hava jú Klæmint har frammi og hann er vandamikil áleypari og tú veist aldrin við honum. Men vit hava havt eina góða verju í ár og vit hava trúð upp á teir. Verjan klára tað eisini fyri okkum í dag, sigur Hans Pauli Samuelsen at enda.