Vann ferðina til San Marino

Hans Jacob Kollsker í Hoyvík, sum eigur og rekur Bilverkstaðið v.Hans J.Kollsker á Hjalla, fekk hósdagin heiðursbræv frá Føroya Shell í sambandi við at hann hevði vunnið høvuðsvinningin í kappingini Shell Helix Grand Prix 2003

Í samband við Formel 1 kappkoyringina 2003, sum byrjaði 9. mars í Melburne í Australia og endaði 12. oktober í Suzuka í Japan, hevur Føroya Shell skipað fyri kappingini "Shell Helix Grand Prix 2003", ið er ein spurnarkapping millum starvsfólk á føroyskum bilasølum og bilverkstøðum. Kappingin snúði seg um at fylgja Formel 1 kappkoyringini og innan 24 tímar eftir hvørt Grand Prix at svara trimum spurningunum pr. telefon. Tey,sum vóru við í lutakastinum um høvuðsvinningin vóru bert tey, sum høvdu fult stigatal. Umframt fleiri aðrar vinningar var høvuðsvinningurin ein ferð til San Marino í Italiu, sum er heimabanin hjá Ferrari. Høvið verður eisini at vitja á Ferrari verksmiðjunií Maranello.
Hans Jacob Kollsker er fegin um vinningin og ætlar sær at fara til San Marino í vár.