Vann bronsu á Silverstone

Terje Joensen úr Oyndarfirði var um vikuskiftið við til at vinna bronsu í sonevndari endurance-koyring á Silverstone

Motorítrótt

 

Terje hevur hetta seinasta árið roynt at bitið seg fastan í enskum motorítrótti, og hóast tað enn er langur vegur til toppin, so hevur gongdin avgjørt verið á heilt góðari leið.

Eftir at hava koyrt eitt kappingarár hevi Terje gjørt av, at hann skuldi venda nøsina móti Føroyum í september, men tá hann varð biðin um at koma á endurance-lið í sonevnda Supersport-flokkinum, var hann ikki seinur at taka av.

 

Fingu góða hjálp

Seinasta kappingin í hesum flokkinum var á víðgitnu Silverstone-breytini, og her gekk framúr væl.

- Hesaferd fingu vit serkøna hjálp fra einum, sum eitur Steve Jordan, ið eg eri komin at kenna hetta seinasta árið. Hann er sonevndur suspension-specialist, og er uppgáva hansara fyrst og fremst at optimera set-up’ið á súkkluni. Hartil var Mike Edwards – sum er eitt stórt navn innan motorítróttina – eisini partur av liðnum, og teir báðir vóru sera góðir stuðlar hjá okkum, sum koyrdu, sigur Terje Joensen.

Og góðu ráðini góvu eisini úrslit. Í innleiðandi koyringini gjørdust Terje og liðfelagarnir nummar 20, men eftir nógvar harðar tímar á súkkluni leygardagin, endaði alt við einum triðja plássi og har við eisini einum plássi á podiunum, har menn sum Schumacher, Hamilton og Senna eisini hava staðið.

 

Langur vegur eftir

Persónliga er hetta besta úrslitið, sum Terje hevur nátt, men hóast væl nøgdur, so er hann skjótur at staðfesta, at tað enn er langur vegur eftir á mál.

- Hetta var sj´lavndi serligt, men tað er framvegis langt upp til næstu bólkarnar, sum eru

British National Supersport og British Superbikes, har kappast verður móti teimum bestu í Bretlandi.

- Og eg havi í øllum førum nóg mikið at hugsa um. Motorsúkklurnar eru sera hart tunaðar, og tí er slitið stórt, tá koyrt verður. Nú verður so farið undir at taka allan motorin sundur og skifta tað, sum skiftast skal. Ætlanirnar hjá liðnum fyri 2009 eru mest sum liðugt lagdar, og nú eri eg ígongd við at fáa nakrar stuðlar. Her niðri havi eg longu fingið nakrar, men nóg mikið er tað als ikki. Heima í Føroyum skal eg enn einaferð veita eina stóra tøkk til Andersens Beding, sum hevur verið ein trúgvur stuðul, og vónandi eydnast tað mær eisini at fáa onkrar stuðlar afturat, nú eg komið heim fyri veturin, sigur Terje Joensen.