Vann bronsu il EM - nú blóðkrabba

Landsliðsleiðarin hjá ungarnska kvinnulandsliðnum, Karl Erik Bøhn, sum vann bronsu til EM í desember, hevur fingið staðfest akutttan blóðkrabba og er longu farin í viðgerð í Oslo í Noregi.

- Hetta er ikki ein støða, eg ynski mær at koma í, men nú eg eri raktur av álvarsamari sjúku, eri eg til reiðar at stríðast til tað seinasta, sigur hin 47 ára gamli landsliðsleiðarin.

Hann er fyribils sjúkrameldaður í eitt hálvt ár, og í Noregi siga læknarnir, at 70-80% møguleiki er fyri at yvirliva tað slagið av blóðkrabba, sum Karl Erik Bøhn nú stríðist við.

Í Ungarn vónar hondbóltssambandið, at landsliðsleiðarin verður frískur aftur skjótast gjørligt, og har verður eisini vónað, at hann verður til reiðar at taka sær av gentunum til VM í desember.