Hetta gjørdi Bjørk, tá hon var partur av liðnum hjá Helsingør Atletik, sum hevði boðið henni pláss eftir góðu avrikini í DM fyri ungdómar, sum varð hildið fyri tveimum vikum síðani.
Luttakararnir, sum kappaðust í Bosnia/Herzegovina, vóru úr Týsklandi, Slovakia, Estlandi, Póllandi og Bosni/Herzegovina, og Bjørk tók lut í kappingini á 3.000 metrum.
Hitin undir kappingini var um tey 33 stigini, men hóast hetta var Bjørk leingi heilt frammi í oddinum. Móti endanum av teininum megnaði hon tó ikki at fylgja við í spurtinum, har ein pólsk genta var fyrst um málstrikuna. Nummar tvey gjørdist ein rennari frá Bosnia/Herzegovina, og Bjørk kom so á mál sum nummar trý.