Vann atgongumerki til MJ

Klokkan 19.30 í gjárkvøldið fekk 25 ára gamla Beinta Rasmussen í Sandavági at vita, at hon hevði vunnið tvey atgongumerki til minningarhaldið yvir Michael Jackson í Staple Centre í Los Angeles

- Eg prøvaði bara til stuttleika.

Tað sigur Beinta Rasmussen úr Sandavági um luttøkuna í kappingini at vinna atgongumerki til minningarhaldið yvir Michael Jackson, sum verður í dag.

Tað var av tilvild, at hon varnaðist kappingina inni á heimasíðuni hjá BT.

- Vit royndu so bæði, eg og sjeikurin. Tað stóð, at tey, sum vunnu, fingu boð sunnudagin, men tá eg hugdi inn á teldupostin hjá mær, stóð einki har, sigur Beinta Rasmussen.

Tá sjeikurin seinni hugdi inn á sín teldupost lógu eini boð har um, at hann ikki hevði verið heppin í kappingini og tískil ikki hevði vunnið.

Men klokkan 19.30 sunnukvøldið bar til.

- Tá eg hugdi inn á teldupostin tá, vóru eini boð komin. Tað vóru eini long boð um, hvussu er skuldi bera meg at við at fáa fatur á atgongumerkjunum. Og tað var við CONGRATULATIONS og passorði og øllum, sigur Beinta Rasmussen.

- Eg helt at byrja við, at talan var um okkurt tiltak í London, men so uppdagaði eg, at hetta var til sjálvt minningarhaldið í Los Angeles. Har stóð í, hvussu eg skuldi printa luttøkuskjalið út av telduni og levera tað í Los Angeles í gjár. So skuldi eg fáa luttøkubond útflíggjað, sigur Beinta Rasmussen.

Tað vóru umleið 1,6 milliónir fólk, sum høvdu luttikið í lutakastinum, og av teimum 8.750, sum vunnu tvey atgongumerki í part, var Beinta Rasmussen so ein.

Tíverri bar henni ikki til at sleppa við, partvís tí hon fekk hetta so seint at vita. Minningarhaldið er sum nevnt í dag, og tað tekur jú sína tíð at koma vestur um hav.

Beinta hevur leingi verið Michael Jackson-fjeppari, og var eitt nú til eina konsert við popp-konginum í Parkini í Keypmannahavn í 1997.

 

 

 

 

Beinta er 5,3 milliónir verd

 

Av tí, at Beinta Rasmussen hevur tvey atgongumerki til minningarløtuna fyri Michael Jackson, er hon í løtuni 5,3 milliónir verd.

Tí atgongumerkini, sum hon hevur, verða í løtuni seld fyri 5,3 milliónir krónur fyri hvørja á Ebay. Sum er løtuprísurin fyri tær dýrastu.

Bíligastu atgongumerkini fara fyri góðar 1300 danskar krónur á Ebay. Men prísurin er hækkandi.

Við teimum 17.500 til minningarløtuna verða eisini Mariah Carey, Lionel Richie og nógv onnur kend, og tað verður enn dult, hvat forvitnisligt verður á skránni.

Í dag klokkan 18 føroyska tíð verður hátíðarhaldið fyri Michael Jackson, sum doyði 25. juni í ár 50 ára gamal.

 

-eij