Milliónir av amerikanarum sótu sum á nálum í gjárkvøldið, tá drigið varð í Mega Million-lottospælinum, har vinningurin var heilar 640 milliónir dollarar ella umleið 3,6 milliardir krónur.
Aftan á dráttin var greitt, at ein seðil hevði vunnið. Hann var seldur í einum handli í býnum Baltimore í statinum Maryland. Spurningurin var bara, um keyparin var einsamallur um seðilin, ella um fleiri skulu býta vinningin sínamillum. Tað verður greitt seinni í dag.
Tann størsti lottovinningurin í USA higartil var góðar tvær milliardir krónur, sum átta arbeiðsmenn í statinum Nebraska býttu sínamillum í 2007.
Tann størsti lottovinningurin í Danmark fall í 2008. Hann var 38,6 milliónir krónur og fór til Keypmannahavnar.










