Andrew Jack Whittaker, sum býr í tí lítla býnum Hurricane í statinum West Virginia, fekk ársins jólagávu, tá hann við tølunum 5, 14, 16, 29 og 53 og eykatalinum 7 vann allan høvuðsvinningin í Powerball-lottospælinum. Og tað var ikki eiti á vinningur - 314,9 milliónir dollarar ella góðar 2,3 milliardir krónur.
Tann hepni vinnarin sigur, at hann fer at geva kirkjuni ein part av vinninginum, familjan fær ein part, og nakað ætlar hann at nýta til fyritøku sína, sum fæst við ymiskt byggivirksemi.
Andrew Jack Whittaker kann velja ímillum at fáa 170 milliónir dollarar útgoldnar í einum ella allar teir 315 milliónir dollararnar í føstum gjøldum tey næstu 29 árini. Men hann hevur longu boðað frá, at hann vil hava peningin útgoldnan í einum.