Vann 18 gullheiðursmerki

Meistarastevna fyri ung hevur verið í Klaksvík um vikuskiftið

Meistarastevna fyri ung hevur verið í Klaksvík um vikuskiftið. Ægir og Svimjisamband Føroya skipaðu fyri stevnuni, sum varð hildin í Klaksvíkar svimjihøll.

 

Eyðsæð er, at vit í Føroyum hava nógvar dugnaligar svimjarar, men tó eru onkrir í skara fram úr.

 

Sára R. Nysted er ein teirra. Á meistarastevnuni í Klaksvík vann hon ikki færri enn 18 gullheiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki.

 

Alisa Vestergaard og Rói Bech smæddust tó heldur ikki burtur, við sínum 15 gullheiðursmerkjum hvør. Alisa Vestergaard vann eitt silvurheiðursmerki og Rói Bech vann trý.

 

Birni Sigvardsen vann níggju gullheiðursmerki, Rókur Trygvason átta gull og trý silvur, Kristina í Skála sjey gull og tvey silvur, og Bartal E. Eidesgaard vann seks gullheiðursmerki.

 

Hugin Næs, Vár Eidesgaard og Karin Midjord stóðu seg eisini væl, tó at gullfongurin var heldur lakari. Hugin vann tvey gull, heili 12 silvur og 2 bronsu, Vár vann eitt gull og níggju silvur, og Karin Midjord vann fimm silvur og seks bronsuheiðursmerki.

 

Tilsamans vunnu 69 svimjarar tey 336 heiðursmerkini, sum kappast var um í Klaksvík.

 

Øll úrslitini eru at lesa á heimasíðuni svimjing.com