Vann 120.000 í Gekkinum

Seinasta hóskvøld setti Marianna Joensen á Eiði seg framman fyri sjónvarpið at spæla Gekk, eins og hundratals aðrir føroyingar. Munurin á henni og hinum gekkaspælarunum var bara, at tá sendingin var liðug hevði hon vunnið tann stóra Gekkin, og var sostatt vorðin 120.000 kr ríkari

Gekkavinnari

? Tað fyrsta eg hugsaði var, um eg hevði vunnið tann stóra ella tann minna Gekkin. Eg fekk so at vita, at eg hevði vunnið 120.000 kr. Eg vildi slett ikki trúgva tí. Eg minnist, at eg spurdi: Havi EG vunnið 120.000?. Soleiðis greiðir Marianna Joensen frá kvøldinum. Hon fortelur, at eftir sendingina komu fólk inn á gólvið at heilsa uppá hana og ynskja henni tillukku.
? Telefonin gløddi tað kvøldið. Nógv fólk ringdu at ynskja mær tillukku, enntá systkinabørn hjá mammu míni ringdu, og tað fløvaði virkuliga. Tey høvdu sitið sum á nálum og sitið og gníst, tá eg vann. Deiligt at vita, at fólk untu mær pengarnar og gleddust um, at tað var eg sum vann, sigur hon.
Hóast hon ikki sigur seg spæla Gekk so serliga ofta, so hevur hon tó vunnið einaferð áður.
? Í apríl í fjør vann eg eisini í gekkinum. Tá vann eg ælabogan. Og tá haldi eg næstan, at eg var akkurát líka glað sum nú, eg vann pengarnar. Man væntar ikki at vinna, og tí verður man so kløkkur og glaður. Eg haldi ikki, at tað ger mun hvat man vinnur, kenslan er tann sama, greiðir Marianna frá. Hon sigur, at tá hon vann seinast, var akkurát sama lívið. Fólk komu at vitja og tey ringdu allastaðni frá at ynskja tillukku. Og tað hevði líka nógv at siga fyri hana, at fólk gleddust við henni tá, sum nú.
? Tað er ikki ordiliga gingið upp fyri mær enn, at eg havi vunnið. Eg havi ikki nýtt nakað av pengunum enn, men eg vóni at tað fer til okkurt, sum veruliga sæst aftur. Havi hugsað um at nýta tað til umvælingar av húsunum. Vit hava búð her í 25 ár nú, so tað er ymiskt sum treingir til eina umvælandi hond, sigur hon.
? Eg haldi ikki at tilveran broytist nakað, fyri tað um tú vinnur pengar. Eg havi so ikki merkt nakað serligt. Børnini eru kanska blivin eitt sindur spydig, men tað er einki negativt í tí. Herfyri var dótturin á vitjan, og hevði lítla ommusonin við. Hann spýði á sofuna, og eg royndi at turka sum frægast. Men dótturin helt, at eg bara kundi keypa mær eina nýggja sofu, nú eg eri blivin so rík, greiðir Marianna frá og flennir.
? Men eg ætli mær so ikki at oyðsla við pengunum, og havi heldur ikki flippað út uppá nakran sum helst máta. Tað tykist í grundini eitt sindur óveruligt, at eg havi vunnið. Eg haldi næstan, at eg bara fari at hava pengarnar standandi á konto eina tíð, og njóta at teir eru har, sigur hon at enda flennandi.