Vanmetur, ignorerar tú Guðs Orð

Jákup Vang, Tvøroyri


Guð útvaldi sær eitt ogn­arfólk, avkom Abrahams, Ísraels fólk. hann hevur mangan talað til teirra. Fyrst við profetum og síð­an til seinast við soni sínum, Jesus.
Vit kenna søguna. Teir vrakaðu Guðs Orð, teir vrakaðu Jesus. Nú er Orðið um Jesus farið út til okkum, Heidningafólkini. Vilja vit verða líkir ís­raels­monnum og vraka Jesus, Guðs Orð.
Vit kenna søguna. Í tveytúsund ár hava jød­arnir flakkað um á jørðini, tí teir valdu Barrabas fram­­um Jesus. Men  Guð er náðigur. Hann hev­ur av­gjørt at bjarga eini leivd av Ísrael. Í Opin­ber­ings­­bókini stendur, at hundr­að­og­fýrati­og­fýra­tús­und av ísraels­hús­ið eru inn­siglað.
Guð bað ísraelsmenn velja. Lívsins- ella deyð­ans veg. Teir kundu velja. Og  vit kunnu velja. Vilja vit fylgja Guðs orði? Vilja vit velja Jesus? Ella velja vit deyðans veg?
Valið tykist so líkatil. Sjálvandi velja vit lívsins veg, Jesus.
Og atlíkavæl veja tey flesu Heimsins njótingar og harvið deyðans veg.
Eina stutta njóting av synd. Lívið er jú so stutt. Og  so kemur ævinleikin. Glatanin, fortapilsið  ævigt myrkur, grátur og tannagrísl, uttan Guð, uttan ljós.
Vilt tú trúgva Guðs orði, orðið um Jesus, heimsins Frelsara? Ella velur tú at vanmeta Guðs orð?