Vanlukkuflogfarið var í ringum standi

Ukrainska flogfarið, sum datt niður í Turkalandi við 74 fólkum umborð, var í vánaligum standi, siga norskir hermenn, sum flugu við tí

Norskir hermenn, sum høvdu verið í Afghanistan, flugu seinasta heyst heimaftur til Noregs við tí ukrainska flogfarinum, sum datt niður í Turkalandi mánadagin. Flogfarið var á veg úr Afghanistan til Spania við sponskum hermonnum, men hesaferð kom tað ikki vegin fram.
Ein av norsku hermonnunum, sum var við flogfarinum seinasta heyst, sigur við norska útvarpið, at tað ukrainska flogfarið var í sera vánaligum standi.
- Vit sóu, at plátur uttan á flogfarinum vóru leysar, og at olja lak úr motorinum. Vit boðaðu manningini frá hesum, og teir søgdu, at í veruleikanum skuldu motorarnir verið skiftir út, áðrenn flogfarið var farið eftir okkum, sigur Eivind Vindenes við NRK.
Hann sigur, at fleiri av teimum norsku hermonnunum vóru bangnir, og at teir stúrdu meiri fyri heim-ferðini enn tíðini í Afghanistan.
Teir norsku hermenninir halda, at alt ov lítið verður hugsað um trygdina, tá hermenn verða fluttir til ella úr altjóða friðarvarðveitandi arbeiði. Ofta verða tey bíligu flogfeløgini vald til at flyta hermenninar, siga teir.