Vanlukkuflogfar á skeivari kós

Bara 150 metrar undan lendingini, var flogfarið, sum kom skeivt niður í San Francisco um vikuskiftið, á so skeivari kós, at manningin ikki so frægt sum sá lendingarbreytina úr stýrhúsinum.

Tað upplýstu amerikanskir serfrøðingar, sum hava tosað við flogskipararnar á vanlukkuflogfarinum.

Serfrøðingarnir, sum serliga royna at finna útav, um menniskjanslig mistøk kunnu vera orsøk til, at flogfarið ikki kom rætt niður á breytina, men fyrst rakti jørðina við velinum, ið datt av.

Tveir kinesiskir skúlanæmingar lótu lív og útivið 200 fólk fingu løstir í vanlukkuni.