Vanlukkan kundi verið nógv verri

Bjargingarbáturin, sum varð settur út tá Heri Mellemgaard fór fyri borð á Norðborg, hálvdist, og vóru teir tríggir menninir ikki í bjargingarvesti, so hevði staðið illa til

Sveinur Tróndarson


Tað var sjófrágreiðing í Klaksvík mánadagin. Vanlukkan umborð á Norborg, tá tann 33 ára gamli Heri Mellemgaard fór fyri borð, skuldi kortleggjast, so frægt sum tilbar.

Sjófrágreiðingin vísti, at vildi illa til, so fór ikki bara ein maður, men fýra. Tríggir mans fóru í bjargingarbátin fyri at fáa fatur á Hera, og tann báturin hálvdist. Tíbetur vóru teir tríggir í bjargingarvestum og tað bjargaði teimum, sigur sýslumaðurin.


Hampuligt veður

Norðborg fór av Klaksvík hóskvøldið um níggjutíðina á veg norðeftir. Teir skuldu á sildaveiðu og teir fóru norðurum tí onkur bátur hevði fingið sild norðanfyri.

Tað tekur umleið tvey døgn at sigla á leiðina, og fyrrapartin fríggjadagin fór manningin at gera til. Verðrið var ikki verri enn ilt, einar 14 metur um sekundið, og sjógvurin var rímuliga slættur.

- Brádliga stakk eitt einsamalt brot seg upp aftan tvørs í bakborðið, greiðir sýslumaðurin frá.

Og tað var hetta brotið, sum tók Hera við sær yvir borð.

Norðborg hevur eina lagd aftanfyri brúnna, og tað var eftir øllum at døma her, sum Heri stóð saman við nøkrum øðrum monnum.

- Teir róptu, at tað kom eitt brot, men tíverri vóru ikki allir, sum náddu at halda sær, sigur sýslumaðurin. ? Onkur hevur sæð, at brotið tók beinini undan honum, men síðani mistu teir hann burtur, leggur hann afturat.


Bjargingarbáturin hálvdist

Hóast Norðborg var á veg á fiskileið, so sigldi hon ikki við fullari ferð. Skipið gongur um 14 míl, men ferðin var niðanfyri 10 míl tá vanlukkan hendi, sigur sýslumaðurin.

- Skiparin bakkaði alt fyri eitt, og hóast skipið var komið einar hundrað metrar frá Hera, so gekk skjótt, at fáa hann at liggja í le av skipinum. Men tíverri var einki at gera, sigur sýslumaðurin.

Manningin umborð á Norðborg gjørdi sera skjótt av. Meðan skipið bakkaði, settu teir ein bjargingarbát út í bakborði. Honum skuldu teir so koma yvir til Hera, men tað var heldur ikki heilt vandaleyst.

- Tá báturin kom yvir í stýriborð fekk hann ein skvamp og hálvdist. Tíbetur, fyri teir tríggjar, sum vóru umborð á bjargingarbátinum, vóru teir í bjargingarvesti. Annars hevði verið illa statt, greiðir sýslumaðurin frá.

Tað eydnaðist teimum trimum, at koma upp á kjølin á bjargingarbátinum og haðani vórðu teir tiknir umborð á Norðborg. Men teir vóru kaldir og illa at holdum komnir, hóast teir høvdu ligið stutta tíð í sjónum, leggur sýslumaðurin afturat.


Gjørdu skjótt av

Sýslumaðurin sigur, at sjófrágreiðingin ikki hevur avdúkað nakað óvanligt umborð á Norborg í sambandi við óhappi.

- Skipari og manning bóru skjótt at, tá óhappið hendi, og ilt er at síggja, hvussu teir kundu havt gjørt nakað øðrvísi. Talan var um eina syndarliga vanlukku, sum bara hendir viðhvørt, uttan at nakar fær vart seg.

Sjófrágreiðingin verður nú send til Søfartsstyrelsen, sum hevur serkøn fólk at kanna slíkt, og tað vera teir, sum gera niðurstøðuna, greiðir sýslumaðurin frá.

Eftir 33 ára gamla Hera Mellemgaard sita kona og tvey børn, ávikavist tvey og fýra ára gomul. Heri var búsitandi í Danmark.