Tríggir av manningini á ?Bourbon Dolphin? eru deyðir, og fimm eru ikki komnir afturíaftur. Í gjárkvøldið ljóðaði, at 10 av teimum 15, sum vóru við norska veitingarskipinum, ið holvdist í útnyrðing úr Skotlandi, vóru bjargaðir á lívi, men seinni varð váttað, at tríggir av teimum 10 vóru deyðir. Hinir sjey eru á sjúkrahúsi í Hetlandi.
Teir seinastu fimm eru framvegis ikki komnir afturíaftur, og ætlanin er at senda kavarar inn undir skipið at leita eftir teimum. Bretski herflotin hevur játtað at senda seks av sínum kavarum til vanlukkustaðið.
?Bourbon Dolphin? var hjálparskip hjá leitipallinum Transocean Rather, og aftan á vanlukkuna í gjárkvøldið varð avgjørt at taka alt fólkið av pallinum. Tey vóru 99 í tali.