Vanlukka umborð á bretskum kavbáti

Tveir herflotamenn eru deyðir umborð á einum bretskum kjarnorkukavbáti. Bretska verjumálaráðið sigur, at tveir av manningini á ?HMS Tireless? eru deyðir, og at ein triði fekk skaða í einari vanlukku umborð, men verjumálaráðið vil ikki siga nakað um, hvat tað var, sum hendi.

Sagt verður tó, at vanlukkan hevði ongan ávirkan á kjarnorkureaktorin hjá kavbátinum.

?HMS Tireless? tók lut í einari venjing norðuri í pólhavinum, tá vanlukkan hendi.