Ein partur av leikvøllinum hjá hollendska felagnum, Twente, skramblaði í dag saman. Eitt fólk hevur latið lív í vanlukkuni, meðan tíggju eru koyrd á sjúkrahúsið. Leikvøllurin verður í løtuni útbygdur.
Vanlukku hendi meðan handverkarar arbeiddu á staðnum. Mett verður, at tey sum eru komin til skaða eru øll handverkarar, skrivar BBC. FC Twente hevur heimstað í hollendska býnum, Enschede.
Borgarstjórin í Enschede sigur, at ein persónur er deyður, tíggju eru farin á sjúkrahúsið, meðan trý hava fingið viðgerð á staðnum. Sløkkiliðið og løgreglutyrlur vóru á staðnum stutt eftir hendingina.
Ongin dystur var á leikvøllinum, tá hendingin fór fram.