Vanlukka og innbrot um vikuskiftið

Vikuskiftið var sum heild friðarligt, men tvey mál stóðu fremst. Ein vanlukka var sunnudagin á Sandinum á Sandi, har ein 27 ára gamal maður doyði. Harafturat var innbrot í AC. Evensens gøtu sunnumorgunin

Í gjár vóru tveir mans á Sandoynni farnir á sandin á Sandi at dykka. Hetta fekk álvarligar avleiðingar, tí meðan teir gingu út, og báðir menninir enn gryntu, small annar teirra niður og var lívleysur. Fólkini rundanum royndu at geva honum fyrstu hjálp, men onki batti. Bæði sjúkrabilur og lækni vóru skjót á staðnum, men heldur ikki hesi megnaðu at fáa lív í 27 ára gamla skopuningin. Við á sandinum vóru eisini tvey onnur, og hesi hava tað eftir umstøðunum gott. Sambært Rana Wardum, vakthavandi á politistøðini í Havn, er enn ikki greitt hvat hendi, men tað kemur helst fram seinni.

Hitt stóra málið um vikuskiftið var eitt innbrot í AC. Evensens gøtu. Maðurin í húsinum kom heim um hálvgum fimm tíðina sunnumorgunin og leggur beinanvegin til merkis, at ein málningur, eitt Bang & Olufsen annlegg við hátalarum og ein flatskermur til telduna eru burtur. Samlaða virði av tjóvagóðsinum er umleið 60.000 krónur.

Enn veit løgreglan onki í málinum, men Rani Wardum sigur, at øll hjálp er vælkomin, og biður fólk siga frá, um tey hava sæð nakað, og at helst hevur onkur sæð okkurt, tí hátalararnir viga eini 20 kilo stykkið.

Sambært vakthavandi vóru ikki nógv onnur mál, útum tað vanliga. Tó vóru nakrir bilar illa skøvaðir. Tríggir í Leitisgøtu, tveir við Heiðatún og ein á Traðargøtu.

- Helst er tað onkur, sum hevur gingið fullur og hevur spælt hund, ið hevur gjørt hetta, sigur Rani Wardum, vakthavandi á politistøðini.

Afturat hesum var bert tað vanliga at gera hjá løgregluni. Nøkur fólk svóvu rúsin av sær á støðini og nøkur vóru koyrd heim. Samstundis sum onkur onnur smá mál vóru.