+34 minuttir: Brandlið kemur inn í fremsta partin av flogfarinum, og tríggir sjúklingar verða fluttir út. Rópt verður eftir strekkbøru til ungling við ryggskaða.
+71 minuttir: Unglingi og blaðmaður verða fluttir úr vrakinum.
+74 minuttir: Blaðmaður verður lagdur í bil.
+78 minuttir: Blaðmaður verður lagdur á gólvið í hangarinum.
+82 minuttir: Blaðmaður verður fluttur í tyrlu.
+86 minuttir: Tyrla lendur á Triton við blaðmanni.
+125 minuttir: Umleið tíð, at venjing verður endað.
Blaðmaður í bjargingarvenjing
Frásøgnin á hesi opnu er, hvussu blaðmaður á Sosialinum upplivdi hendingarnar í bjargingarvenjingini í gjár, har hann sjálvur var við sum sjúklingur. Øll sitatir og allar eygberingar eru veruligar, men blaðmaðurin hevur ikki nógv innlit í skaðar, og tí er stórur møguleiki fyri, at útsagnir í samband við skaðar ikki eru rættar læknaliga. Men at stórur møguleiki er fyri, at blaðmaðurin ikki hevði yvirlivað, er staðfest eftir venjingina av Marjusi Dam, kommunulækna.










