Belgiska kvinnan Els Van Doren datt úr 4.000 metra hædd, tí fallskíggi hennara virkaði ikki. Men tað var ikki av tilvild.
Løgreglan í Belgia hevur handtikið ta 22 ára gomlu Els Colttemans, tí løgreglan hevur illgruna um, at hon hevði pilkað við fallskíggjan hjá 37 ára gomlu vinkonuni Els Van Doren við tí úrsliti, at hann virkaði ikki.
Tær báðar lupu úr einum flogfari í 4.000 metra hædd ein dagin í november í fjør. Fallskíggin hjá Els Cottemans virkaði, sum hann skuldi, men fallskíggin hjá vinkonuni vildi ikki breiða seg út, og við 200 kilometra ferð um tíman datt hon niður uttan fyri bygdina Opglabbeeck.
Undir kanningunum er løgreglan komin eftir, at onkur hevði pilkað við fallskíggjan hjá Els Van Doren, og herfyri fekk løgreglan illgruna um, at tað var vinkonan. Tað vísti seg, at báðar høvdu havt samband við sama mann, og tí vil løgreglan vera við, at tann yngra beindi fyri teirri eldru fyri at sleppa av við kappingarneytan.