Vanlukka í Klaksvík kravt eitt mannalív

Tá ið maðurin kom á sjúkrahúsið varð staðfest, at hann var deyður

Í gjár hendi ein vanlukkka í Klaksvík, sum kravdi eitt mannalív. Vanlukkan hendi tá ið ein maður datt av einum byggipalli.  Tey høvdu sett ein byggipall upp eftir húsunum hja honum í sambandi við onkrar umvælingar, sum skuldi gerast.

 

Men tá ið maðurin fór upp á byggipallin gjár at gera okkurt, vildi tað so illa til, at hann datt av honum og niður í túnið. Hann varð fluttur á Klaksvíkar Sjúkrajús, men har varð tað staðfest, at hann var deyður av løstunum hann hevði fingið.

 

Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hví vanlukkan hendi. Tey siga, at fallið var høgt, tað var eina sethúsahædd, sum tey siga. Arbeiðseftirlitið fer at kanna byggipallin í dag fyri at vita um tað var eftir forskriftunum og annars fer løgreglan eisini at kanna umstøðurnar.